Soleiðis fer nýggi minnisvarðin mitt í Havn at síggja út

Nú verður minnisvarði yvir eina merkiskvinnu reistur mitt í Havnini

Andrea Árting er avmyndað á einum frímerki - og nú verður eisini minnisvarði reistur yvir hana

 

 

Nú hevur Tórshavnar Býráð í nøkur ár arbeitt við at reisa ein minnisvarða yvir merkiskvinnu, Andreu Árting. Hon var fakfelagskvinna burturav og í roynd og veru varð hon ein ímynd fyri fakfelagsstríði í Føroyum í farnu øld.

 

Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin og eitt av hennara hjartamálum var at kvinnur kuldu fáa somu løn sum menn. Tímalønin hjá kvinnum var nevniliga nógv lægri enn tímalønin hjá monnum og hetta setti Andrea sær fyri at broyta. Og í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði.

 

Hon gekk eisini undan fyri at fáa kvinnur at rógva kapp. Tað var undanfarna býráð, sum reisti málið um at reisa henni ein minnisvarða, men hóast arbeitt hevur verið við at reisa ein minnisvarða yvir hana, kom stígur í ætlanina.

 

Men á býráðsfundi í Havn í gjár varð rætt og slætt samtykt at fremja hana og at seta pengar av til endamálið. Hon er mett at kosta tríggjar milliónir.

 

Heðin Mortensen sigur, at endmálið er, at minnisvarðin skal vera liðugur á altjóða kvinnudegnum, áttanda mars, næsta ár.

 

Tað er listamaðurin, Edvard Fuglø, sum skal gera minnisvarðan, sum verður ein standmynd úr bronsu, sum myndar eitt træ við sjey greinum, tað er ein grein fyri hvønn dag í vikuni. Og í trænum er so eisini profilurin á Andreu Árting. Minnisvarðin skal standa í Steinatúni, har tey nú fara at gera klár til hana.

 

Ein grund til, at stígur kom í ætlanina er, at ætlanin var at fyritøkur og fakfeløg skuldi vera við at fíggja hana, men har hevur áhugin verið sera avmarkaður.

 

Heðin Mortensen sigur, at higartil hava tey fingið tilsøgn sum 110.000 krónur í stuðuli. Hann heldur, at tað er »beklagiligt«, at tey ikki vilja stuðla meiri.

 

Niðan fyri sæst, hvussu minnisvarðin fer at síggja út

 

##med2##

 

Andrea Árting er avmyndað á einum frímerki - og nú verður eisini minnisvarði reistur yvir hana