Soleiðis gongur við troli og gørnum

- Garnaskpiimi hava brúkliligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni

- Í løtuni fiska trý partrolapør upsa, og skipini fáa eisini nakað av toski, hýsu, longu og øðrum hvítfiski. Eitt par fiskar gullaks.

 

Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum, har teir fáa mest av toski, umframt nakað av svartkalva og blálongu.

 

Ein djúpvatnstrolari er á ísfiskaveiði í bretskum sjógv og fiskar svartkalva, og ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva.

 

Av teimum smáu trolbátunum, er ein á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski.

 

Ein trolbátur er norðanfyri og fær mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski og longu.

 

- Báðir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni, og lagt verður aftrat, at nú eru dagarnir hjá fleiri av trolbátunum á landleiðini við at verða brúktir. 

 

At enda verður sagt um garnaskipini, at trý eru á svartkalvaveiði.

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.