Ósolidariskt og óhøviskt av føroyingum

Danskir politikarar eru í øðini inn á føroyska samhandilin við Russland

Tað vekir ans í Danmark, at meðan stríðið millum Russland og vesturheimin einans tykist at versna, tykist samhandilin millum Føroyar og Russland einans at vaksa og verður nú tosað um ein handilssáttmála millum londini bæði.


Tað er ikki fallið í góða jørð hjá donskum politikarum. Michael Aastrup Jensen, ið er uttanríkispolitiski talsmaðurin hjá danska stjórnarflokkinum Venstre, er ein teirra, ið TV2 í kvøld endurgevur fyri at finnast at føroyska samhandlinum við Russland.


- Tað er sera týdningarmikið, at vit í løtuni senda ein so greiðan boðskap sum møguligt til Putin. Og man nýtist ikki gott hugflog fyri at ímynda sær, at tey ymisku propagandatólini hjá Russland fara at brúka hetta til fulnar í teirra frágreiðing um, hvussu vit í vesturheiminum ikki veruliga standa saman, sigur Michael Aastrup Jensen við TV2.


Hann leggur tó dent á, at hann virðir rættin hjá føroyingum at gera ein fríhandilssáttmála við Russland, men heitir samstundis á føroyingar, um at hugsa seg væl um.


- Vit uppliva í løtuni eitt Russland, ið er sera ágangandi móti øllum vesturheiminum. Eg hevði vónað, at man í vesturheiminum var samlaður móti áganginum, ið vit uppliva frá Putin. Sæð við teimum eygunum virkan hendan avtalan beint øvugt, sigur Michael Aastrup Jensen.


Nick Hækkerup, ið er uttanríkispolitiski talsmaðurin fyri danska Javnaðarflokkin, tekur uppaftur harðari til orða við TV2.


- Tað kann gott vera, at Føroyar við eini slíkari avtalu kann selja fleiri vørur, men tað gongur út yvir tann felagsskap, ið vit í Evropa hava tørv á móti russum. Føroyar muga hugsa um, hvør tað í síðsta enda er, ið veitir vissu fyri teirra trygd og sjálvstýri. Hetta er ósolidariskt og óhøviskt móti teimum, ið teir eru í felagsskapi við og hava tørv á í øðrum støðum, sigur Nick Hækkerup við TV2.