Ein nýggj fragreiðing vísir, at í tannkremi og sólkremi eru hormonórógvandi evnir, sum kunnu ávirka sáðgóðskuna hjá monnum. Frágreiðingin er grundað á eina kanning, har granskarar kannaðu 96 hormonórógvandi evni, og tað vísti seg, at umleið triðja hvørt evni ávirkar sáðkyknurnar so mikið nógv, at tað kann ávirka góðskuna.
Tað eru granskarar á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sum hava gjørt kanningina í samstarvi við týska granskingarstovnin Caesar.
Hetta er fyrstu ferð, at granskarar hava staðfest, at hormonórógvandi evni frá kemiskum evnum í ídnaðarvørum hava eina óhepna ávirkan á sáðkyknurnar.
-Hetta er heilt nýtt og kom sera óvart á okkum, sigur Niels Erik Skakkebæk, professari á Ríkissjúkrahúsinum, við blaðið Politiken.
Professarin sigur, at kanningarúrslitið kann møguliga geva okkum svar uppá, hví summi pør ikki fáa børn, hóast gøgnini hjá báðum eru í lagi.