Soltið við spælitíð til Gullbrand og Noah

Ígjár byrjaði kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Ígjár byrjaði kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Liðið hjá Noah Mnenye, Bryne fekk eina góða byrjan upp á kappingina við einum 3-1 sigri á Start Kristiansand. Longu tá 24 minuttir vóru farnir var Bryne á odda 2-0, og teir øktu til 3-0 tá 79 minuttir vóru leiktir. Start minkaði um munin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Noah slapp á vøllin tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF tapti á heimavølli 3-4 fyri Egersund. Egersund var frammanfyri bæði 3-1 og 4-2. Støðan var 4-2 tá Gullbrandur kom á vøllin í 82. minutti. Tað eydnaðist Sandnes at pynta um úrslitið meðan Gullbrandur var inni, men nærri komu teir ikki.

 

Meinhard E. Olsen vónar at kunna spæla dyst fyri Mjøndalen í komandi umfarinum, ella í triðja umfarinum. Mjøndalen leikti í dag javnleik 1-1 móti Raufoss. Raufoss javnaði til 1-1 í 94. minutti.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Bryne á útivølli móti Stabæk. Sama kvøld spælir Sandnes á útivølli móti Ranheim.