Fótbóltskappingin er í hæddini, men kortini eru bara tveir dystir á skránni í dag. B71 og KÍ spæla á Sandi klokkan 15, og Víkingur og EB/Streymur spæla í Gøtu klokkan 17.
NSÍ vann í gjárkvøldið 3-1 í Runavík á B36. B68 og Skála spæla í annaðkvøld á Svangaskarði, og HB, sum er á veg til hús aftur eftir Intertoto Cup ferð í Svøríki, fer mikukvøldið at vitja ÍF.
Tað er rættiligt føroyskt-juli veður í dag. Mjørkin hongur tungur oman yvir, og tað kennist meiri enn so úr honum. Veðurvánirnar siga frá loti millum landnyrðing og landssynning, skýggjaðum lofti, regni ella ælingum og hita millum 8 og 12 stig.
13. umfar:
Leygardagin
NSÍ-B36 3-1 (2-0)
Í dag
B71-KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15
Víkingur-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 17
Mánadagin
B68-Skála: Ransin Djurhuus kl.
Mikudagin
ÍF-HB: Lars Müller kl.
Støðan
EB/Streymur 32
NSÍ 24
HB 22
B36 21
Víkingur 15
KÍ og B68 14
ÍF 11
Skála 8
B71 5
Øll liðini hava spælt 12 dystir uttan NSÍ og B36, sum hava spælt 13 dystir