Solvensurin hjá føroyskum virkjum alt ov vánaligur

Í mun til fyritøkur og virkir í grannalondununum hava føroyskar fyritøkur ov lítlan eginpening, og solvensurin verður hareftir. Fyri at bøta um hetta skjýtur ein nevnd upp at seta á stovn virðisbrævamarknað í Føroyum

­ Føroysk virki og føroyskar fyritøkur vanta millum 800 og 1.500 milliónir krónur í eginpeningi, áðrenn tey eru á sama stigi, sum fyritøkur og virki í grannalondunum.

Tað sigur sonevnda Eginpeningsnevndin í einum áliti, sum varð almannakunngjørt mikudagin. Og nevndin skjýtur upp, at vit fáa ein partabrævamarknað settan á stovn í Føroyum.

Endamálið við einum slíkum marknaði er at menna virki og fyritøkur, serliga smærru og veikaru virkini. Men endamálið er eisini, at størri og væl konsolideraðar fyritøkur skulu kunnu gera íløgur í partabrøv hjá øðrum virkjum, og helst fáa peningin ríkiliga aftur eina ferð seinni.

Aðrastaðir er vanligt at gera slíkar íløgur í staðin fyri t.d. at seta pening í lánsbrøv og innlán í bankunum.


Stórur munur á solvensinum

Jonhard Eliasen, sum starvast í Landsbankanum, er ein av limunum í Eginpeningsnevndini. Á einum fundi á Hotel Føroyum mikudagin vísti hann á munin í solvensinum hjá føroyskum fyritøkum sæð í mun til fyritøkur á somu stødd í londunum kring okkum:


Solvensur

Føroyar 12%

Svøríki og Finland 24%

Danmark 33%

Svøríki 35%


Jonhard Eliasen vísir á, at fleiri trupulleikar standast av vantandi solvensinum/eginpeninginum hjá føroysku fyritøkunum, bæði samfelagsligir trupulleikar og trupulleikar hjá einstøku fyritøkunum.

­ Samfelagsliga kunnu vit siga, at vantandi eginpeningurin avmarkar møguleikarnar innan menning, og møguleikin fyri fleiri arbeiðsplássum er eisini avmarkaður.

­ Hjá einstøku fyritøkunum er vánaliga gjaldførið í sær sjálvum ein trupulleiki. Fyri at bøta um gjaldførið, er neyðugt við fremmandum kapitali, og í stórum er einasti møguleiki at taka kostnaðarmikil bankalán. Menningarmøguleikarnir innanhýsis í fyritøkunum eru eisini smáir, og kappingarførið hareftir, sigur Jonhard Eliasen.

Niðurstøðan er, at jú betur solvensurin er, tryggari er fyritøkan.

Jonhard Eliasen tekur eitt dømi, har vit hava eina føroyska fyritøku og eina danska fyritøku. Báðar fyritøkurnar framleiða somu vøru innan oljuídnað, og tey hava eins nógv starvsfólk. Eitt enskt oljufelag skal inn í eitt samstarv við annað teirra, og kannar solvensgrundarlagið hjá fyritøkunum báðum.

­ Tá tað vísir seg, at føroyska fyritøkan hevur eitt solvensgrundarlag upp á 5%, meðan solvensgrundarlagið hjá donsku fyritøkuni er 50%, ivast enska oljufyritøkan ikki í, hvørja hon skal samstarva við, tað føroysku ella tað donsku. Hon velur sjálvandi tað tryggu donsku fyritøkuna, sigur Jonhard Eliasen.


Íslendsk fyrimynd

Fleiri hættir eru at seta á stovn ein partabrævamarknað ella ein ?børs³, sum tað verður rópt í Danmark. Sjálv mælir Eginpeningsnevndin til ein sonevndan løggildiðan marknað. Men trupulleikin er bara tann, at ongin slíkur finst í ríkinum. Annars eru lógarrammurnar í Føroyum soleiðis, at til ber at stovna ein slíkan.

Í arbeiði sínum hevur Eginpeningsnevndin kannað viðurskiftini í Íslandi. Har byrjaðu tey at tilrættisleggja ein partabrævamarknað longu miðskeiðis í áttatiárunum, men hann byrjaði kortini ikki fyrr enn í 1992.

Eginpeningsnevndin dylir ikki, at henni dámar íslendska modellið. Nevndin kundi eisini hugsað sær at sett somu krøv til byrjanina av einum partabrævamarknaði í Føroyum, sum gjørt varð í Íslandi.

Í byrjunartíðini kundi Eginpeningsnevndin hugsað sær bara at tikið stórar og tryggar (væl konsolideraðar) fyritøkur við á virðisbrævamarknaðin. Tað merkir, at ávís krøv (prospektkrøv) verða sett fyritøkunum, t.d. verður í minsta lagi neyðugt við grannskoðarafrágreiðing fyri hvørt virkið/fyritøku sær.

Jonhard Eliasen sigur, at orsøkin til at bert stórar og tryggar fyritøkur kunnu vera við í byrjanini, er at skapa álit. Seinni skal møguleiki so verða hjá smærri fyritøkum at koma við.


Íleggjarafeløg

Higartil hava tað stórtsæð bara verið peningastovnarnir, ið hava arbeitt eitt sindur við virðisbrøvum. Aðrastaðir hava stovnsligir íleggjarar, sum t.d. eftirlønargrunnar av ymsum slag, íløgufeløg og líknandi havt stóran týdning í sambandi við uppbygging av einum virknum partabrævamarknaði.

?Tað merkir, at føroyska eftirlønaruppsparingin er av týdningi, um einum føroyskum marknaði skal verða lív lagað³, sigur Eginpeningsnevndin.

Jonhard Eliasen vísir á, at tað tí er av stórum týdningi, at vit fáa íløgufeløg at taka sær av smærri íleggjarum. Hann sigur, at við einum íløgufelag/framtaksfelag ber til at hava ein prosessiónellan íleggjara í staðin fyri fleiri smáar og óprofessiónellar íleggjarar. Hetta merkir, at tá smærru fyritøkurnar sleppa upp í part, kunnu tær seta pening í íløgufeløg, sum so handla íløgurnar víðari í virðisbrøv.

Eginpeningsnevndin vísir eisini á, at fyri at eitt íløgufelag/framtaksfelag skal kunna virka nøktandi, er ivaleyst við eini peningaupphædd, ið ikki er niðan fyri 50 milliónir krónur.


Ræðast

fremmandan kapital

Arni Poulsen, stjóri í Vinnumálastýrinum í landsstýrinum, vísir á, at nógvar fyritøkur ræðast fremmandan kapital. Tær eru bangnar fyri at missa ávirkan. Men hann heldur, at fyri eitt virki, ið er illa fyri, kann fremmandur kapitalur koma væl við.

Hann vísir eisini á nøkur øki, ið hava brúk fyri meira eginpeningi, millum annað fiskivinnan, alivinnan og ymsar nýggjar vinnur. Eisini infrastruktururin/samferðslunetið hevur brúk fyri peningaligari innspræning.

­ Kann vera, at eisini privatiseringar áttu at komið upp á tal seinni, t.d. postverkið, sigur Arni Poulsen.

Hann heldur, at tað serliga er alivinnan, sum hevur rúmar møguleikar at fáa tilførdan fremmandan kapital sum eginpening.

Jan Mortensen, stjóri hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, heldur álitið hjá Eginpeningsnevndini vera spennandi. Men hann setir spurnartekin við okkurt av tí, Eginpeningsnevndin førir fram. Hann heldur tað ljóða eitt sindur rangvørt, at bara stórar og tryggar fyritøkur skulu sleppa upp í part í fyrstuni.

­ Tað eru jú tey smáu og veiku virkini, ið hava mest brúk fyri fremmandum kapitali, sigur Jan Mortensen.

Stjórin í Arbeiðsgevarafelagnum vísir annars á, at føroyingurin altíð hevur ynskt at vera ?egin harri³. Tí er neyðugt við eini hugburðsbroyting, skulu vit undir virðisbrævamarknað.

­ Smáu fyritøkurnar, har vit vilja vera harrar í egnum húsum, kunnu hava sínar fyrimunir, t.d. skjótar avgerðir, og skrivstovuveldið er lítið, sigur Jan Mortensen.

Hinvegin vísir hann eisini á vansar við hesum smáu fyritøkunum. Eitt er vantandi langtíðarætlanir, ongar professiónellar nevndir (familjan situr oftast í nevndunum), og menningin er avmarkað.

­ Vit hava brúk fyri eini vinnaramentan heldur enn stuðulsmentan, heldur Jan Mortensen.


Skjóta spurvar

við kanón

Jógvan Amundson, ríkisgóðkendur grannskoðari, helt fyri á fundinum mikudagin, at tá hann í fyrstu atløgu hoyrdi um álitið hjá Eginpeningsnevndini, helt hann tað vera sum at skjóta spurvar við kanón. Men eftir at hava hugt álitið ígjøgnum, hevur hann fingið aðra áskoðan. Nú heldur hann hugskotið vera spennandi, og hann rósar Eginpeningsnevndini fyri gott arbeiði.

Jógvan Amundson vísir annars á, at í Føroyum eru ongi sonevnd stór virki. Vit hava í veruleikanum stórtsæð bara smá virki.

­ Vit eiga eisini at minnast, at feløg verða sett á stovn bara við tí endamáli, at útvega fólki livibreyð. Vit vita eisini um skip, hvørs manning ikki sleppur við, uttan viðkomandi er partaeigari, sigur hann.

Eisini Jógvan Amundson vísir á, at hóast vit hava havt Framtaksgrunnin í millum 2 og 3 ár, so himprast fólk við at søkja stuðul úr grunninum.

­ Kanska kann grunnurin sjálvur gera eitthvørt fyri at skapa álit, sigur Jógvan Amundson.

Hann vísir at enda á nak-rar privatiseringsmøguleikar: P/F Føroya Banki, Atlantic Airways og Postverkið.

Tummas Eliasen, ið starvast hjá Føroya Lívstrygging, vísir á, at føroyski búskapurin er so lítil, at neyðugt er at spjaða seg rættiliga nógv ­ so ella so, skal tað bera til við einum virðisbrævamarknaði.

­ Aðrastaðir eru tað lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið hava avgerandi leiklut á virðisbrævamarknaðinum, sigur Tummas Eliasen.

Í Eginpeningsnevndini sita Súni Poulsen, Menningarstovan, Kaj Johannesen og Jonhard Eliasen, Landsbanki Føroya, Peter Holm og Jean Djurhuus, Føroya Banki, Marner Jacobsen, Føroya Sparikassi, Jens M. Dalsgaard, Útnorðurgrunnurin, Niels Dann West, Framtaksgrunnurin, og Tummas Eliasen og Jan Otto Holm, Føroya Lívstrygging.