Somu vinnarar

.

Seinasta vikuskiftið var enn eitt umfar av Grand Prix kappingini hjá Badmintonsambandinum leikt.

Aftur hesa ferð varð leikt í Havn. Annars stóð Vestmanna fyri tørni at skipa fyri hesum umfarinum hjá teimm yngru leikararunum, men tá umfarið upprunaliga skuldi leikast fyri góðari viku síðani, gjørdist veðrið so óvandaligt, at Badmintonsambandið valdi at avlýsa kappingina tann dagin.

Og nú hetta vikuskiftið bar teimum ikki til at fáa innivist í Ítróttarhøllini í Vestmanna, so kappingin har má bíða til nýtt høvi verður til tess.


Tey yngru kappaðust

Sum nevnt vóru tað tey yngru, ið kappaðust hesa ferð, og úrslitini vóru á leið tey somu, sum tey hava verið síðani Tórshavn Open varð leikt í november.

Tey einstøku úrslitini gjørdust:


Gentur undir 10 ár

1. Jenny Nielsen, VÍF

2. Christina Eriksen, VÍF


Gentur 10-12 ár

1. Helena Mortensen, HBF

2. Herbjørg Eliasen, HBF

3. Alexandra Neshamar, HBF


Gentur 12-14 ár

1. Elin Hansen, HBF

2. Jenny Niclasen, ÍF

3. Guðrun Poulsen, VÍF


Gentur 14-16 ár

1. Karin Hansen, HBF

2. Marit Mortensen, HBF

3. Hjørdis Klein, HBF


Dreingir undir 10 ár

1. Niclas Eysturoy, HBF

2. Hilmar Kass Jacobsen, HBF

3. Eli Fróði Hansen, ÍF


Dreingir 10-12 ár

1. Thomas Rubeksen, HBF

2. Gunnar Poulsen, HBF

3. Jákup á Lækjuni, ÍF


Dreingir 12-14 ár

1. Bjartur Lamhauge, HBF

2. Hanus Eliasen, ÍF

3. Jonhard Hansen, ÍF


Dreingir 14-16 ár

1. Teitur Ellingsgaard, HBF

2. Tommy Jacobsen, HBF

3. Jens Norðberg, HBF


Komandi vikuskiftið verður enn eitt umfar av Grand Prix kappingini leikt í Havn. Leygardagin leika tey yngru, og sunnudagin standa tey vaksnu fyri tørni.