Junkarin vann barnaróðurin fyri dreingir á Norðoyastevnu, og í dag hevur Junkarin aftur vunnið, tá ið tað varð kappast á Skálafjørðinum.
Jallurin vann barnaróðurin fyri gentur á Norðoyastevnu, og í dag hevur Jallurin aftur vunnið, tá ið tað varð kappast á Skálafjørðinum.
Í dreingjakappingimi var Fípan Fagra nummar tvey bæði í Klaksvík og í dag, og í gentukappingini var Hulda næstfremst í báðum kappingunum.
Sigurin hjá dreingjunum á Junkaranum var sannførandi í dag - trý sekund - men hann var uppaftur meiri sannførandi fyri einari viku síðani - seks sekund.
Sigurin hjá Jalli í dag var meiri sannførandi í dag, enn hann var fyri einari viku síðani.
Barnaróður dreingir
1 Junkarin 02:38.01
2 Fípan Fagra 02:41.08
3 Pílur 02:45.02
4 Jomfrúgvin 02:45.10
5 Kollur 02:48.06
6 Frúgvin 02:50.22
7 Sílið 02:52.11
Støðan
1 Junkarin 14
2 Fípan Fagra 12
3 Pílur 10
4 Jomfrúgvin 7
5 Frúgvin 6
6 Kollur 5
7 Sílið 1
Barnaróður gentur
1 Jallurin 02:42.01
2 Hulda 02:45.21
3 Royndin Fríða 02:48.06
4 Teistin 02:48.12
5 Jomfrúgvin 02:49.11
6 Pílur 02:55.08
7 Tambar 02:56.08
8 Svanur 02:57.06
Støðan
1 Jallurin 14
2 Hulda 12
3 Royndin Fríða 10
4 Teistin 8
5 Jomfrúgvin 6
6 Pílur 4
7 Tambar 2
8 Svanur 0