Sonja vil ikki leggja navn til fátækramarkið

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt eitt føroyskt fátækramark, fór í tvíningar

- Eg helt at tað var best at taka meg aftur!

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Hon hevur alla tíðina verið limur í arbeiðsbólkinum, sum nú í langsamiliga tíð hevur arbeitt við at áseta eitt føroyskt fátækramark.

 

Men sunnukvøldið segði hon seg úr bólkinum og hon stendur sostatt ikki aftanfyri álitið um tað føroyska fátækramarkið, sum verður handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, í morgin.

 

Les eisini: Í morgin fáa vit eitt føroyskt fátækramark

 

Sonja jógvansdóttir vil ikki siga, akkurát, hví hon er so ósamd við bólkin, at hon gjørdi av at taka seg aftur.

 

Men hon sigur, at tað vóru nógvar orðingar í álitinum um eitt føroyskt fátækramark, hon ikki vildi leggja navn til, hvørki persónliga ella fakliga.

  

Hon sigur, at hon umhugdaði ymsar møguleikar og kom ti ta niðurstøðu, at tað var ruddiligast fyri allar partar, at hon bara tók seg úr bólkinum.

- So kann arbeiðsbólkurin, sum er eftir, leggja navn til tilmælið, tey fara at leggja fram.

 

Hon umhugsaði annars eisini at gera sítt egna minnilutatilmæli, men eftir at hava hugsað seg um kom hon til ta niðurstøðu, at hon vil rætt og slætt ikki leggja navn til álitið og tí tók hon seg bara aftur.