Eftir ein steðg uppá meira enn eitt hálvt ár, er føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad nú aftur at síggja á vøllinum. Mánakvøldið spældi hann sín fyrsta dyst síðani drúgva skaðan, tá hann spældi fyri eykaliðið hjá Molde FK.
Sambært venjaranum hjá Molde, Daniel Berg Hestad, spældi Sonni Ragnar Nattestad væl tann hálva tíman sum hann fekk á vøllinum í dystinum. Tað var eisini avtalan, at hann bert skuldi spæla ein hálvan tíma.
- Tað var avtalað at Sonni Ragnar bert skuldi spæla ein hálvan tíma. Hann gjørdi tað væl. Hann vann nógvar duellir, og vit høvdu gott tamarhald á dystinum ta løtuna, sum hann var á vøllinum, sigur Daniel Berg Hestad við norsku heimasíðuna rbnett.
Dysturin hjá eykaliðnum hjá Molde, ið var móti Orkla, endaði annars við einum 2-0 sigri til Orkla. Sostatt fær Sonni Ragnar Nattestad helst debut í bestu norsku deildini fyri Molde FK innan stutta tíð.