Sonni Ragnar er dagsins maður

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Vágamaðurin ætlar at tørna til fyri útlendskt felag í næstum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás við dagsins mann á føroyska landsliðsspælaranum, Sonna Ragnar Nattestad, sum bæði vardi væl, og hevði ein stóran málmøguleika at skora til 1-1, tá støðan var 0-1 til Rumenia.

 

Sonni Ragnar harmast 0-3 tapið, men heldur ikki, at tað var munurin millum liðini.

 

Sjálvur ætlar Sonni Ragnar aftur at taka við einari avbjóðing uttanfyri landoddarnar, tá um fótbólt ræður, men enn vil hann ikki seta orð á hvar tað verður.