Sonni Ragnar til FH

Sonni Ragnar Nattestad verður liðfelagi við Gunnar Nielsen í Íslandi

Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er í Íslandi, har hann er í holt við at skriva undir sáttmála við íslendsku meistararnar.

 

Les eisini: Sonni Ragnar í FH

 

Sonni Ragnar, sum hevur verið uttan felag síðani farna summar, hevur verið og royndarvant í Íslandi undan aldarskirftinum. Sum In.fo hevur skrivað fleiri ferðir, so er stórur áhugi fyri Sonna Ragnar í íslendska meistarafelganum, sum eisini hevur føroyska landsliðsmálverjan Gunnar Nielsen í mál.

 

Les eisini:FH umhugsar Sonna Ragnar

 

Sáttmálin verður kunngjørdur í morgin. Sambært Jn.fo er talan um ein tvey ára sáttmála.