- Sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg einsamøll í sorgini, siga tey í Krabbameinsfelagnum, sum saman við Undirvísingarstýrinum skipa fyri skeiði í heyst.

Sorg er ikki sjúka

- Vit vaksnu eru betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja.

 

- Sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg einsamøll í sorgini, siga tey í Krabbameinsfelagnum, sum saman við Undirvísingarstýrinum skipa fyri skeiði í heyst.

Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja.

 

Tá álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teimum avvarðandi, og soleiðis eisini hjá børnunum. 

 

Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini. 

 

- Tí hava Krabbameinsfelagið og Undirvísingarstýrið tikið stig til eitt skeið um, hvussu vit hjálpa børnum sum syrgja. Trý skeið verða hildin í heyst, og tey verða í døgunum frá 26. til 29. september í 2022. Hvørt skeiðið er í ein dag.

 

Í Krabbameinsfelagnum vísa tey á, at tá landsinnsavningin - Føroyar móti krabba - var fyri einum ári síðan, varð gjørt av, at ein partur av peninginum skuldi brúkast til sorgartilbúgving at hjálpa børnum, sum syrgja.

 

- Vit hava áður saman við Mentamálaráðnum skipað fyri skeiði í sorgartilbúgving. Fyrstu ferð var í 1998, aðru ferð í 2000 og triðju ferð í 2005.

 

Felagið vísir á, at sorg er ikki ein sjúka, men ógvislig lívskor hjá okkum menniskjum.

 

- Vit vaksnu eru sum heild betur brynjað at handfara sorg, men børnini hava ein serligan tørv, tá foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja.

 

Krabbameinsfelagið vísir á, at sorg og einsemi ofta ganga hond í hond, og nógv børn kenna seg einsamøll í sorgini.

 

- Tað hevur stóran týdning, at skjótt og væl verður atborið, tí seinárin av sorg geva børnunum enn fleiri trupulleikar at dragast við.

 

Lagt verður aftrat, at skeiðið skal styrkja førleikarnar hjá starvsfólkunum at fáa eyga á sorgarmynstur og atburð hjá børnum, ið eru rakt av sorg, soleiðis at tey kunnu traðka til og veita hjálp beinanvegin.

 

Skeiðini í september eru liður í einari tilgongd, har miðað verður eftir, at allir skúlar, barnagarðar og stovnar, ið varða av børnum, hava eina sorgartilbúgving.

 

- Sorgartilbúgvingin skal hava eina greiða ætlan og neyvar leiðreglur fyri, hvussu berast skal at í kreppustøðum sum hesum, tá børn verða rakt av sorg. Fleiri skúlar og barnagarðar í Føroyum hava slíkar ætlanir, men málið er, at øll skulu hava eina tilbúgving, sum er lagað til tørvin hjá hvørjum einstøkum stovni.

 

Skeiðsleiðari í heyst verður Per Bøge, barna- og ungdómsleiðari í Kræftens Bekæmpelse í Danmark. Eisini fer Otto Gram, lærari á Tvøroyri, og umboð frá dagstovnaøkinum at siga frá, hvussu tey hava arbeitt við sorgartilbúgving. Børnini sleppa eisini til orðanna.

 

- Skeiðið er ætlað lærarum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum, sálarfrøðingum og øðrum, sum í sínum dagliga yrki eru um børn, siga tey í Krabbameinsfelagnum.

 

- Sorg og einsemi ganga ofta hond í hond, og nógv børn kenna seg einsamøll í sorgini, siga tey í Krabbameinsfelagnum, sum saman við Undirvísingarstýrinum skipa fyri skeiði í heyst.