Ein feril av paranoia kann leypa á fólk, sum virka í fløktum kringumstøðum, serliga, táið illa gongst at fáa rótasúpanarsøgurnar váttaðar, men so mikið er likið út ímillum fleiri rivjabein, at søgan um partapolitiskar rokeringar av almennum stovnum kring um í landinum, so við og við hevur fingið eitt at kalla heilstoypt skap.
Eftir út av lagi ringu Fynd-kanningina mátti Javnaðarflokkurin ressast við, skuldi hann frameftir roknast millum stóru flokkarnar í landinum. Fokusbólkar hava skannað politiska landslagið, og mæla til at taka uppaftur tað av snildum og fiksum hugskotum, sum onnur áður hava varpað upp í ljósið, og formaðurin er í einum støðugum offensivi, og í latentari og áhaldandi andstøðu til alt og øll. Kósin gongur snórabein ímóti einum samgongubroti. Føroyar eru vorðnar ov smáar fyri formannin í Fólkaflokkinum, ein bagatell, væl goymd í onkrum kliva úti undir væðingini handan skallabein hansara, Vágaportalurin vitsti jú í gjár at siga frá, at seyrvingurin í Uttanríkisráðnum, á UNESCO fundinum fyri kortum, hevði fingið tilboð um altjóða starv. Eitt git kundi verið, at hann gerst NATO-aðalskrivari, táið danski Foghurin møguliga gerst forseti í ES-samveldinum. Og løgmaður er nú so nógv parodieraður á palli, at ongin rættiliga kann fyrihalda seg til hansara longur. Er farin at líkjast alt meira hestinum hjá Caligula, og hann man innast inni vita, at hetta fyri hansara viðkomandi er once in a lifetime.
Tríggjar karusellir standa og glinta inni í súrevnistóma rúminum. Javnaðarkvørnin melur væl skjótari enn hinar báðar. Og fyri fáum døgum síðani boðaði Aksel Vilhelmsson frá, at nýggi almenni stovnurin, ið fer at taka sær av heilsutryggingarmálum, skal skipast í Klaksvík. Lat meg alt fyri eitt undirstrika, at eg av heilum huga stuðli meginregluni um, at nýggir almennir stovnar verða plaseraðir har, sum teir fyrst og fremst kunnu gagna yvirskipaða høpinum, og harnæst lokalitetinum, sum frægast. Metingarstøðið eigur tó at vera annað og meiri enn bara tað, at almennir stovnar skulu grógva sum hundalond upp úr svørðinum og túninum, harið landsstýrismenn tilvildarliga eru uppvaksnir, - ella har sum teir búleikast.
Aksel tykist hava verið í so bráður at styrkja sær um egið veljarakorps, tí Javnaðarflokkurin hevði frammanundan givið Gerhardi Lognberg munnliga váttan fyri, at júst hesin stovnurin skuldi skipast í Sandoynni. Hetta hevði ivaleyst verið skilagott, serliga eftir at skopuningurin hevur mist so óvanliga nógvar politiskar kalvar undir borðið hesi árini, hann hevur verið parlamentariskt umboð hjá sandoyggja fólki. Dalstunnilin, Listaskúlan, kynsbótarstøðina í Skopun, TAKS í Skopun, Farmaleiðir, havnina í Skúvoy, Sandoyartunnilin og helst ítróttarhøllina við, nú landsstýrið fæst við at seta upp allar hugsandi lokalpolitiskar forðingar fyri, at tað hugskotið kann gerast veruleiki.
September mánaði var hálvgingin, táið fyrsta viðgerð var av eykajáttanarløgtingslógini, sum álit nú er skrivað um. Tá nevndi Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, møguleikan fyri, at savna óbrúktar íløgur saman seinast í árinum, soleiðis, at landið kundi keypa ein bygning fyri avlopið(?). Í hesum viðfanginum nevndi hann møguleikan fyri at keypa eini hús í Klaksvík.
Alt eftir hvussu tú spurtar, táið tvísporað verður, er vandin stórur fyri, at beinini koma í trol, at leggirnir fløkjast, og vektin av korpusinum leggur seg sum eina køvandi dýnu yvir gongulimirnar. Tað hendi partvíst, táið hin bráðræsni Aksel yvirhálaði skipaða og ætlaða offensivin hjá Javnaðarflokkinum fram ímóti einum vali í januar ella februar. Gjørdi rokning uttan vert, tí tær 595 persónligu atkvøðurnar hjá Lognberg eru góðar at hava, táið nýggjar konstellatiónir skulu fáast upp at standa, eftir at fólkið hevur felt sín dóm í næstum.
Formaðurin varð settur at greiða íkomnu kisuna. Strategiin var greið beinanvegin, tað skuldi renna inn í báðum borðum, bæði norðan- og sunnanfyri. Trupulleikin er bara, at innansyndis rokeringar, ímillum tvey geografisk stakhøpir, neyðturviliga mega ganga útyvir onkran óvardan, ið ikki var nóg eftirskettin, táið partapolitiski uppgangurin kom skúmandi niðan undir bakkan.
Týsdagin varð Meinhard Olsen jarðaður, toftamaður, ið hevur verið innanmaður frá ungum árum, og ein av teimum, sum uttan himpr kundi havt verið fyrimynd hjá Ernest Hemingway, táið hesin skrivaða klassikaran um gamla mannin og havið. Komin hálvan vegin til húsa aftur úr Glyvra kirkju, kemur eitt CO2 djór, par exellence, fyri minst eina millión krónur, strúkandi úteftir eystara arminum á Skálafirði. Tað hvínur úr bremsukubbunum, og bráðliga steðgar akfarið, og eg kennist sjálvandi við teir báðar Jóannes Eidesgaard og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra hansara. Sum samstarvsmenn ikki ólíkir Risanum á Leittrabergi og Nornagesti. Teir vóru ávegis at vitja deildina hjá TAKS í Heiðunum, sum glyvramenn plaga at rópa tað. Ella Saltangará, ið helst er tað formelt rættara. Hetta virkaði heilt tilforlátiligt. Sjálvandi skal ein finansministari kenna sínar teknar og støðugt vita, hvat teir takast við í teirra dagliga umhvørvi, og í hesum førinum, hvussu teir trívast á staðnum, har hendan skrivstovan nú hevur húsast síðan einaferð í sekstiárunum. Táið tað so kom upp í samrøðuni, at hann eisini ætlaði at leggja leiðina framvið nýætlaða Rituvíksvegnum, kundi hetta valla vera annað enn ein ministeriel safari, ein sjálvsøgd kurteisisvitjan.
Kynið í skundinum bræddi seg seinri ígjøgnum heilagøgnini. Hetta var blivið sum hjá kára p., Javnaðarflokkurin sat sum ryssa yvir deyðum fyli, yvir einum puslispæli, ið ikki fekst at liggja, sum tað skuldi. Teir máttu gera eitt sprell í kosmos. Her vantaði ein puntur. Hesin skuldi gerast TAKS-deildin í triðju størstu kommununi í landinum, Runavík. Í partapolitiska galoppinum hjá Javnaðinum, nú kabalurnar í totala offensivinum skuldu fáast at hanga saman, hanga nú tjúgu almenn starvsfólk í leysum lofti um okkara leiðir. Hetta er kostnaðurin av strategiini í sosialdemokratiska skiftisvirknaðinum millum Skopun og Klaksvík.
Húsini, sum Jóannes Eidesgaard róði fram undir at keypa fyri hálvum øðrum mánaða síðani, og sum ivaleyst fara at síggjast aftur í einum eykajáttanaruppskoti í desember mánaða, eru helst býráðshúsini í Klaksvík, sum skyldmaðurin og framsóknarmaðurin, Erling Laksafoss, fekk upp at standa fyri áratíggjum síðani. Tey skulu væntandi nýtast sum almennur umsitingarbygningur, og ætlanin í hesi javnaðar- og samgonguætlan er, at TAKS-deildin í Saltangará, eitt av fáum almennum arbeiðsplássum í Eysturoy, yvirhøvur, skal total amputerast, og flytast til Klaksvíkar. Við hesum er skaðin bøttur, táið Aksel Vilhelmsson av innanflokstrýsti verður bukaður og bardur til at flyta heilsutryggingina til Skopunar.
Ein win-win støða hjá Javnaðarflokkinum, men hvat siga samgongumenninir Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Edmund Joensen, Helgi Abrahamsen og Andreas Petersen til hendan sosialdemokratiska glantrileikin, hesa javnaðarpolitisku galoppina, sum avhøvdar tað sindrið, ið er av almennum virksemi í sjálvari cash-kúgv Føroya, - Eysturoynni?
Fleiri spyrja helst eisini, um hesin leikurin er nóg lokalpolitiskt drúgvur, haldbarur, at tøla fíggjarnevndarformannin í tunnilsøði hansara, táið avgerðin skal takast, um at keypa Klaksvíkar kommunu burturúr sínum núverandi umsitingarjørðildi. Ella liggur kanska onkur onnur ókend millumrokning í málinum, har Eidesgaard er gliðin í nýggju kredduni: ”Vælferð ella tunlar?” Eitt hugtak har glansurin spakuliga følnar, men sum eydnaðist í stutttíðarhøpi, hóast øll vita, at Javnaðarflokkurin hesi seinastu árini hevur verið megineksponenturin fyri at trumla solidariska vælferðarsamfelagið út av eggini. Óteljandi dømi eru um tað.