Sosialurin latið upp í Norðoyggjum

Nógv fólk hugdu inn á gólvið, tá Sosialurin hevði móttøku í sambandi við nýggju redaktiónina í Klaksvík

 

Eini hundrað fólk vóru inni á gólvinum, tá Sosialurin hevði almenna móttøku í Klaksvík fríggjdagin.

Høvið var nýggja Norðoya redaktiónin, sum blaðið hevur latið upp í Klaksvík. Sosialurin fer at halda til í ovaru hædd í Nólsoyar Pálsgøtu 1.

Millum gestirnar á móttøkuni vóru umboð fyri fyritøkur og stovnar, politikarar, lesarar og onnur, sum hava tilknýti til blaðið á ein ella annan hátt.


Røður

Sosialurin bjóðaði pinnamat og okkurt leskandi aftur við, og annars var høvi at eygleiða umstøðurnar á nýggju redaktiónini, sum er útgjørd við nýggjari tøkni, so tað skal bera til at arbeiða skjótt og væl úr Klaksvík.

Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, bjóðaði fólki vælkomnum, og hann greiddi eisini frá, hvat blaðið vil við nýggju deildini í Klaksvík.

? Hetta er ein væl meint roynd at gera meira burtur úr Norðoyggjum og at hava tættari samband við norðoyingar, og nú er uppgávan hjá okkum at liva upp til tað, sum vit hava sett í gongd, segði hann millum annað.

Eyðun Elttør, landsstýrismaður úr Klaksvík, helt eisini røðu, har hann segði seg fegnast um, at Sosialurin hevði latið deild upp í Klaksvík.


Skrivstovan skal brúkast

Sosialurin ætlar, at nýggja skrivstovan í Klaksvík skal taka sær av tíðindaflutningi úr Norðoyggjum.

Harafturat skulu fólk, sum hava eini hvørji ørindi til Sosialin, kunnu brúka deildina í Klaksvík til hesi ørindi ? tað veri seg smálýsingar til Lýsingartorgið, heilsanir ella annað.

Sosialurin hevur í fleiri ár havt fólk arbeiðandi kring landið ? bæði í Norðoyggjum, í Eysturoynni, í Vágum og í Suðuroynni. Harafturat hevur blaðið í tvey ár eisini havt eina rullandi redaktión, sum ferðast kring landið.

Við nýggju skrivstovuni í Klaksvík, tekur Sosialurin eitt stig longri í at røkka longri út kring landið.