Sosialurin prógvar, hvussu vánaliga fjølmiðlarnir arbeiða

   

Vísandi til grein hjá undirritaða "Tá veruleikin ikki kann nýtast ? skapa vit ein annan!!", vil eg enn eina ferð seta blaðstjóranum á Sosialinum nakrar spurningar; ikki tí - eg havi ikki fingið svar uppá hvussu tað bar til, at Sosialurin kundi skrivað eina yvirskrift um, at løgmaður ikki ger mis-mun á landsstýrisfólki. Tí í Sosialinum var Anfinn Kallsberg citeraður fyri at siga, at hann ikki hevði úttalað seg alment um Annlis Bjarkhamar fyrr enn hann fekk ein fyrispurning í løgtinginum. Men eg vísti á, at Sosialurin sjálvur hevði prógvini fyri, at hetta var ósatt, tí løgmaður hevði júst úttalað seg til Sosialin, áðrenn nakar fyrispurning-ur var í løgtinginum.

Enn ein roynd at seta fram nakrar spurningar ? svar ynskist!!!
Sosialurin heldur fram mikudagin 9. apríl í somu rillu. Nú er tað ein blaðmaður hjá Sosialinum, Edvard Joensen, sum skrivar oddagreinina (sambært internetSosialinum), eg gjørdi nakrar ávegis viðmerkingar og staðfestingar av hvussu, leyst fjølmiðlar arbeiða og hvussu lætt verður farið um tað sum vanliga verður róptur "gott fjølmiðlaavrik" í fyrru grein míni, og fyri at koma ? so eg vil spyrja:

?Hvussu ber tað til at Tjóðveldisflokkurin sjálvur hevur skyldina av persónsstríði tá m.a. Óli Breckmann dag um dag spillir Tjóðveldisflokkin, tjóðveldisfólk og enntá tey sum hava tilknýti til tjóðveldisfólk út við nógv verri orðum enn tey, sum Edvard Joensen tekur fram um løgtings-mann Tjóðveldisfloksins Torbjørn Jacobsen? Hevur Edvar Joensen nakran-tíð sett sær spurningin, hvussu nógv persónsrok hevði verið, um tjóðveldispolitikarar reageraðu á sama hátt, uppá skipaðu útspillingina hjá Óla Breckmann, Dagblaðnum o.ø - sum løgmaður gjørdi í samband við greinina hjá Tórbjørn Jacobsen, Og hevur Edvard Joensen nakrantíð spurt seg sjálvan ella spurt løgmann, um tey so nógv umrøddu orðini hjá Torbjørn Jacobsen, vóru sonn?

?Sosialurin leggur síðani Annlis Bjarkhamar og Høgna Hoydal undir, at hava framt tað grovasta persónsálopið á nakran við at seta ein dana fram um ein føroying í starv. Sig mær, er Sosialurin beinleiðis rasistiskur? Ella veit Edvard Joensen, hvat er farið fram í hesum máli?

?Síðani sigur Edvard Joensen, at ein landsstýrismaður hevur blakað eina tíðindakvinnu á dyr. Og at sjónvarpsstjórin hevur noyðst at sent eina kæru til floksformannin. Sig mær, hevur Sosialurin yvirhøvur kannað, hvat er farið fram í hesum máli?

Enn einaferð sleppur ein undan at prógva, hvussu langt úti Sosialurin er. Tað megnar hann nógv betri sjálvur.

Tjóðveldisflokkurin, yvirtøkurnar og fullveldisgongdin
Síðani sigur Edvard Joensen, at Tjóðveldisflokkurin hevur ikki yvirtikið nakað mál, men tað hevur hinvegin Fólkaflokkurin.
Veit ein fulltíðarsettur tíðindamaður veruliga ikki betur? Ella lýgur hann soleiðis við vilja.
Tað var Høgni Hoydal, sum bæði gjørdi samtyktina um Sjálvstýri Føroya fólks og legði hana fyri tingið. Við henni varð gongd sett á yvirtøkurnar.
Tað var Høgni Hoydal, sum gjørdi og framdi ta stóru yvirtøkulógina, har skúlamál og almenna forsorgin vóru yvirtikin saman við eini røð av øðrum málum.
Tað var henda lógin, sum framdi niðurskurðin í blokkstuðlinum. Síðani hava aðrir landsstýrismenn tikið sær æruna av yvirtøkum, sum vóru gjørdar við hesari lógini. T.d. havumhvørvið og radiogrundaða neyð- og trygdartænastu, sum aðrir landsstýrismenn hava breggjað sær av.
Tá ein tíðindamaður kann føra so grovar lygnir og skeivleikar fram alment, so er tað besta prógvið um, hvussu vánaliga fjølmiðlarnir arbeiða.
Hetta er óhugnaligt, tá ein hugsar um, at fjølmiðl-arnir skulu upplýsa fólk.
Eg vil hervið enn einaferð heita á Sosialin og í hesum føri bæði blaðstjóran og Edvard Joensen, um at rætta sínar lygnir.