Spøkilsilyftin á Býarbókasavninum

Elin Lindenskov, býráðslimur
valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com

Á býarbókasavninum er eingin lyft. Tey rørslutarnaðu og illa gongdu sleppa ikki upp. Men Harry Potter og spøkilsir ferðast ótarnað upp og niður á bókasavninum hvønn dag, uttan at ganga trappurnar. Tí hugsaði eg, at har var kanska ein lyft hóast alt. Ein lyft fyri Harry Potter og spøkilsir.
Tað hevði ikki verið so galið, um har var ein lyft. Hon skuldi bara eisini tikið rørslutarnað og illa gongd.
Fleiri hava eisini gjørt vart við, at har átti ein lyft at verið. Í álitinum Mentan og list, sum kom út í 2000 stendur um Býarbókasavnið at "tað er beinleiðis skomm, at eldri og rørslutarnað eru útihýst frá hesi týðandi almennu tænastuni."
Hóast Tórshavnar kommuna, er væl vitandi um, at rørslutarnað og illa gongd ikki sleppa inn á býarbókasavnið, so skrivar hon á heimasíðuni: "Býarbókasavnið er fyri øll ? børn og vaksin. Øllum stendur í boði at nýta savnið ókeypis, eisini fólki, sum býr ikki í Havn."
Býarbókasavnið verður nógv brúkt. Eini 60.000 vitjanir eru um árið. Eitt so stórt vitjunartal sigur, hvussu stóran týdning bókasavnið hevur fyri borgaran. Um Tórshavnar kommuna skal gerast ein kommuna fyri øll, so er alneyðugt, at vit hugsa um tey rørslutarnaðu og illa gongdu. Vit eiga beinan vegin at fáa eina lyft á býarbókasavnið. Eisini eiga vit at gera eina ætlan, sum greitt sigur, hvussu vit gera Havnina og alla kommununa til eina kommunu har rørslutarnað kunnu ferðast ótarnað allastaðni.
Tað kann vera, at Harry Potter og onnur ferðast við lyftini á Býarbókasavninum. Vit deyðiligu sum hava førleikan kunnu brúka trappurnar. Men tey rørslutarnaðu og illa gongdu eru dømd til at standa við langtandi eygum og síggja okkum ótarnaðu ganga trappurnar.