Meðan norska uttanríkis- og verjunevndin kjakaðist um langtíðarætlanina hjá norsku verjuni, spældi Trine Skei Grande, forkvinna í norska Vinstra, Pokemon Go á telefonini.
Tað er ikki fallið í góða jørð hjá norsku veljarunum, at formaðurin í einum politiskum flokki situr og spælir spøl á telefonini, tá so týdningarmikil mál eru á skrá.
Sjálv sigur Trine Skei Grande, at tað ikki er nakar trupulleiki.
- Nøkur okkara hava høvd, sum lurta betri, tá vit gera okkurt heiladeytt samstundis. Vit eru ikki øll líka, sigur hon og viðmerkir, at ongin annar í salinum hevur gjørt vart við sína ónøgd um, at hon spælir.
Millum evnini, sum vóru viðgjørd í dag, var leikluturin hjá Noregi í NATO og í arktiska økinum.
Millum teirra, sum hava gjørt vart við sína ónøgd, er fleiri norskir hermenn og limir í norsku heimaverndini.
- Tað elvir til stúran, tá tey, sum skulu taka avgerðirnar um framtíðina hjá norsku verjuni ikki eru meiri íðin enn so í kjakinum, skrivar ein hermaður á Facebook.