- Spældu illa, men vunnu

Soleiðis tekur liðskiparin hjá Skála, Pauli G. Hansen, saman um dystin í Runavík í gjár, har Skála vann.

– Vit fóru inn til Runavíkar at vinna dystin, og hetta eydnaðist okkum. Vit høvdu ongantíð vunnið í Runavík undan hesum, og hetta er kanska tann vánaligasti dysturin, sum vit hava spælt við Løkin nakrantíð, og allíkavæl vinna vit. Pauli segði eisini, at leikararnir kanska vóru serliga uppsettir henda dagin. – Um man vil tað ella ei, so er hetta ein lokaluppgerð, og tað er altíð nakað serligt. Tá eru menn eyka uppsettir, staðfestir Skála-liðskiparin at enda.