Skrivað hevur Eirikur í Jákupsstovu
Í øðrum londum er vanligt kanna trygdina á spæliplássum. Soleiðis er ikki í Føroyum. Einar Hansen, sum er uppvaksin í Føroyum, er góðkendur spæliplássumsjónarmaður í Danmark. Hann var í Føroyum í summar og ógvaðist við ávísar søgur hann hoyrdi. Síðani hevur hann eisini verið og hugt eftir ymsum spæliplássum í Føroyum.
- Summastaðni er talan um veruligar deyðsfellur. Dømir eru um torn í barnagørðum, har so langt er millum brettini, at ein barnakroppur væl kann detta niður ímillum, meðan høvdið ongan veg sleppur. Hetta er tann vissi deyði hjá einum barni, sigur Einar Hansen um støðuna á nógvum spæliplássum í Føroyum.
Gott handverk
- Í Føroyum er tað ofta so, at spæliplássini síggja gott út, men lítið verður hugsað um trygdina hjá børnunum. Serliga er støðan keðilig, tá talan er um trapputrin og torn. Trinini eru ov smøl og kunnu serliga elva til skaðar á armar og bein. Skaðar vegna fall eru mest vanligu óhappini á spæliplássum, og tí hevur hæddin á ymsu leikunum nógv at siga. Í Danmark eru greiðar reglar um, hvussu eitt spælipláss skal byggjast, og hvussu ymisku lutføllini skulu vera. Til dømis skulu torn hægri enn 60 sentimetrar hava girðing og góðkent undirlag, meðan trin skulu vera minst 14 sentimetrar djúp, greiðir Einar Hansen frá.
Skaðar
Árliga enda umleið 20000 børn á ymisku skaðastovunum í Danmark við skaðum, ið henda á spæliplássum. Rokna vit hetta leysliga um til fólkatalið í Føroyum, skuldu umleið 170 børn árliga fingið so stórt mein á spæliplássunum, at tey máttu á skaðastovuna. Hvussu er statt við hesum í Føroyum vita vit ikki, tí ongi almenn tøl eru at fáa fatur á í løtuni.
Í Danmark - sum vit ofta vilja samanbera okkum við - er greið lóggáva um hvør hevur ábyrgdina av trygdini á einum spæliplássi. Tá talan er um privat spælipláss er tað altíð eigarin, ið situr við evstu ábyrgd, og er talan um almenn spælipláss, sum oftast barnagarðar og frítíðarskúlar, er tað vanliga leiðarin á stovninum, ið hevur fingið ábyrgdina tillutaða.
Tað er sokallaða produktansvarsloven, ið er grundin fyri allari trygd á spæliplássum í Danmark, men hon er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland, so ongi lógarfest landsumfatandi krøv eru um trygdina á spæliplássum í Føroyum, men ávísar kommunur hava gjørt sær sjálvum reglar.
- Onki verður gjørt fyri at tryggja børnini á barnagørðum í Føroyum, men øll arbeiðsfólkini eru tryggjaði av arbeiðseftirlitinum. Tað er løgi, tí børnini skulu sjálvandi eisini verjast, sigur Einar Hansen.
Føroysk spælipláss
Sosialurin var í gjár og vitjaði tvey spælipláss í Sundalagnum. Havast skal í huga, at ongin lóggáva er um trygdina á spæliplássum, og tí er onki ólógligt við hesum spæliplássum, men hvørki teirra var nær við at liva upp til donsku DS/EN 1176 og DS/EN 1177 krøvini fyri spælipláss.
Spæliplássini eru bæði kommunal og hoyra til barnagarðar, ávikavist á Oyrarbakka og í Hvalvík. Harafturat eru báðir barnagarðarnar lutfalsliga nýggir.
Við tummastokki er skjótt at síggja, at hæddin á reiggjunum í hvørgum av støðunum var teir 35 cm, ið eru minsta krav, sambært donsku lóggávuni, frá undirlagið upp til brettið at sita á. Hol vóru í hegninum í báðum støðum, og fleiristaðni stungu seymir og skrúvur út. Hetta var eisini á støðum, tey minstu eisini røkka til. Rot var í viðinum ymsastaðni. Men tað, sum kann metast sum tað mest sannlíka hjá børnunum at fáa skaða av, vóru føroysku bátarnir í báðum støðum. Báðir eru hægri enn 60 cm – uml. 160 cm og 130 cm har teir eru hægstir – og tað sær ikki út til at vera trupult hjá børnunum at koma upp frá hinum síðunum, men ongin girðing er í toppunum. Av hesi orsøk høvdu teir neyvan verið góðkendir á spæliplássum í Danmark. Hesi spæliplássini eru als ikki nøkur eindømir og ikki alt tað ivingarsama er tikið fram her.
Nóg trygt
- Um eg hyggi at spæliplássunum í Sunda kommunu mangla fasilitetir, men eg meti at trygdin er heilt góð. Eisini haldi eg, at samanborið við Danmark hava vit nógv størri og betri økir, sum eru innhegnaði. Harafturat hava vit altíð starvsfólk úti í garðinum, tá børnini eru har, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu um støðuna á spæliplássunum á barnagørðunum í kommununi, sum Sosialurin vitjaði í gjár.
- Eg havi fult álit á, at starvsfólkini eru nóg góð trygd hjá børnunum, so eg meti at børnini undir núverandi karmum eru børnini eru nóg trygg í barnagørðum okkara, tí sjálvandi er altíð onkur sum dettur, men tann møguleikin er altíð til staðar, greiðir Heðin Zachariasen frá.
Heðin Zachariasen metir eisini, at danir hava eina nógv øðrvísi hugsan enn føroyingar, tá talan er um avbjóðingar til børnini.
- Tað ber ikki til, at børnini bara skulu ganga á sløttum asfalti. Tað er sera týdningarmikið í menningini av øllum motorikki hjá børnum, at tey sleppa at royna seg. Tí mugu vit ikki undirmeta frælsi hjá børnunum. Bæði tað likamliga og tað sálarliga, sigur Heðin Zachariasen.
- Sjálvandi skulu vit liva frameftir og ikki aftureftir, men vit mugu heldur ikki gloyma fortíðina. Tí er tað sjálvandi rætt, at vit hava føroyskar bátar á spæliplássunum, og teir eru grivnir nakað niður í undirlagið eisini fyri at minka um hæddina. Vit mugu eisini minnast til, at fyrr var øll bygdin okkara spælipláss, og ongin ansaði eftir okkum, so tíðirnar eru broyttar, men báturin er ein týdningarmikil partur av okkara arvi, svarar Heðin Zachariasen til spurningin um bátarnar á spæliplássunum, sum ongantíð høvdu verið góðkendir í Danmark, um ongin girðing var um tað hægsta á stýrhúsinum.
- Vit vaksnu mugu ikki gera tað soleiðis, at børnini onki tora og onki sleppa. Tí hetta minkar stórliga um menningina hjá teimum og eg eri fullvísur í, at okkara spælipláss eru trygg, men vit mangla kanska nakrar fasilitetir. Men ikki alt verður bygt eftir einum degi, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
Sosialurin hevur roynt at fingið fatur í Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í mentamálum, ið umsitur hetta økið, men hetta eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.