Spakin settur í til nýggjan barnagarð á Tvøroyri

Spakin verður settur í til nýggja barnagarðin, ið Brim Arkitektar hava teknað.

Hósdagin 14. desember verður hátíðarløta í Trongisvági.

 

Spakin verður settur í til nýggja barnagarðin, ið Brim Arkitektar hava teknað.

 

Við nýggja og nútímansgjørda barnagarðinum, tekur Tvøroyrar Kommuna eitt stórt fet víðari í menningini av býnum. Verandi, og komandi borgarar, fáa ein nýggjan stovn til børnini og ansingartørvurin verður nøktaður nógv ár fram í tíðina.

 

Dagurin verður sjálvandi hátíðarhildin og øll eru vælkomin framvið í Trongisvági, frá kl. 13:00, skrivar Tvøroyrar Kommuna á heimasíðu síni.