Spanski landsliðsvenjarin trýr uppá sigur

Spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones hevur fult álit á, at álopsspælarnir hjá honum hava nóg mikið av krúti í fótbóltsstyvlunum til at søkka Russlandi í dystinum, sum byrjar í Innsbruck kl. 17. Hóast Spania hevur so góðar álopsspælarar sum Fernando Torres og David Villa, so hevur Spania bara einaferð í teimum síðstu 5 dystunum skorað meir enn eitt mál. ?Um vit allir arbeiða hart, so er tað eingin orsøk at halda, at vit fara tapa dystin. Villa og Torres eru ógvuliga skjótir, og teir duga at skjóta mál. Tað kemur neyvan fyri, at Spania spælir ein dyst uttan at skora mál.? sigur Luis Aragones. Spania hevur einki vunnið, síðani teir vunnu EM í 1964, og tí er rættiliga stórt trýst á Aragones at koma heim aftur við einum góðum úrsliti. Hollendski Guus Hiddink er venjari hjá Russlandi, og gjørdi hann undurverk, tá hann var landsliðsvenjari hjá Suður-Korea, sum hann førdi til HM-hálvfinaluna í 2002. Hiddink er ein snúin revur, og tí verður bíðað við spenningi eftir hvat hann fer at hála upp úr hattinum seinni í dag.