Spanskir og íslendskir venjarar eru best umtóktir

Sjey spanskir og fimm íslendskir venjarar standa á odda fyri HM-tjóðum

Í ítrotti er ofta vanligt at leita sær uttanlands eftir venjarum fyri at menna sínar egnu leikarar.

Hondbóltur er einki undantak, og í Føroyum síggja vit eitt nú danir og íslendingar standa á odda fyri landsliðunum.

 

Fleiri tjóðir við HM hava eisini leita sær uttanlands eftir hjálp, og tá eru tað tvey lond, ið lata øðrum venjarar.

 

Sjey av tjóðunum við HM hava spanskar venjarar. Tær eru Argentina, Egyptaland, Kili, Tunesia, Makedonia, Katar og so Spania sjálvt.

 

Íslendingar standa á odda fyri fimm av tjóðunum. Tær eru Svøríki (Kristján Andresson), Eysturríki (Patrekur Jóhansson), Bahrain (Aron Kristjánsson), Japan (Dagur Sigurðsson) og so Guðmundur Guðmundsson, ið stendur á odda fyri Ísland.

 

Einasta onnur tjóð, ið hevur útlendskan venjara er Saudi-Arabia, ið hevur slovenskan venjara. Øll hini liðini hava venjara úr egnum landi.

 

Tað er ikki av tilvild, at lond leita sær til Íslands eftir venjarum, tí teir hava góð úrslit at vísa á. Eitt nú gjørdist Dagur Sigurðsson evropameistari í 2016, tá ið hann var týskur landsliðsvenjari, meðan Guðmundsson vann OL sama ár, tá ið hann var danskur landsliðsvenjari.

 

Harafturat kunnu nevnast venjarar sum Þórir Hergeirsson, ið hevur vunnið trý EM, tvey HM og eitt OL sum venjari fyri norska kvinnulandsliðið, og Alfreð Gíslason, ið er venjari í týska stórfelagnum THW Kiel.

Har hevur hann vunnið Bundesliguna seks ferðir og Champions League tvær ferðir.