Spara á Landsjúkrahúsinum nú fyri at gera tað betri seinni

Tey tiltøk, sum nú verða sett í verk á landssjúkrahúsinum eru ein liður í at gera umstøðurnar hjá sjúklingunum betri í longdini, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Landssjúkrahúsið

 Eg havi fingið fulla vissu fyri, at tey tiltøk, sum nú verða sett í verk á Landssjúkrahúsinum, eru fult forsvarlig.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum.
Seinnapartin mánadagin hevði hann fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum fyri at fáa eina frágreiðing um tey tiltøk, sum leiðslan hevur sett í verk og sum nógv mótmæli hava verið ímóti.
Hann sigur, at tað, sum hann hevur stúrt allarmest fyri, eru tey tiltøk, sum koma at raka apopleksi sjúklingar.
Hann sigur at hann hevur fingið váttað, at øll leiðslan, bæði læknafrøðiliga og røktarfrøðiliga leiðslan og leiðslan á medisinska deplinum, er samd um tey tiltøk, sum eru sett í verk.
 Ì tí sambandi havi eg eisini fingið fulla vissu fyri, at sparingarnar koma ikki at raka teir sjúklingar, sum hava bráðneyðugan tørv á viðgerð og venjing. Teir, apopleksisjúklingar, sum verða raktir, eru teir, sum hava brúk fyri viðlíkahaldsvenjing.
Hjá teimum vera venjingar avmarkaðar og útsettar, tað, sum er eftir av árinum.
Hann sigur, at hetta er sjálvandi eitt afturstig, sum hóvar honum ómetaliga illa og tað er beint ímóti tí, hann áður hevur boðað frá, nevniliga, at rehabiliteringin av sjúklingum við apopleksi skuldi styrkjast.
Men hann hevur samstundis fingið vissu fyri, at í longdini er endamálið við teimum tiltøkum, sum verða sett í verk við at samskipa og umbyggja B6, B7 og B8, er at rationaliserað raksturin, so at meiri peningur, betri pláss og meiri fólk kann setast av til venjingar og rehabilitering av sjúklingum við apopleksi, so at tann parturin verður styrktur.
Tá ið umbyggingar eru lidnar, er ætlanin at gera eina nýggja og sjálvstøðuga rehabiliteringseind til sjúklingar við apopleksi og tað er alstórur tørvur á, sigur Hans Pauli Strøm.

Vil ikki røra leiðslurættin
Hans Pauli Strøm sigur, at tí fer hann ikki at leggja seg út í arbeiðið hjá leiðsluni hjá Landssjúkahúsinum.
 Tað vildi eisini verið nyttuleyst at biðið løgtingið um meiri pening til landssjúkrahúsið. að eru bara nakrir mánaðir síðani, at vit fingu seks milliónir eyka til Landssjúkrahúsið og tá vóru boðini greið um, at játtanin skuldi halda.
Men tað skilst eisini á landsstýrismanninum, at skuldi hann lagt seg út í arbeiðið hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, skuldi heilt serligar orsøkir gjørt seg galdandi.
 Leiðslan er sett at stjórna Landssjúkrahúsinum og tann rættin kunnu vit ikki taka frá henni, tí so kunnu vit akkurát tað sama avtaka leiðsluna.
Hon hevur eisini til uppgávu at fáa játtanina at halda og tí kunnu vit ikki leggja okkum út í hennara avgerðir, sum hava til endamáls at gera umstøðurnar betri í longdini.
Hans Pauli Strøm heldur tvørturímóti, at ein orsøk til at tað hevur gingið so illa hjá leiðsluni at fáa játtanina at halda, hevur verið, at bæði fakbólkar á Landssjúkrahúsinum og politisk myndugleikin hava gjørt tað tvørligt at fremja tey tiltøk, sum leiðslan heldur vera neyðug.
Tí heldur hann, at tað er umráðandi at leiðslan fær arbeiðsfrið.
 Tað sær út til at tað gongur betri nú at leggja virksemi um á Landssjúkrahúsinum og tí eigur leiðslan at fáa arbeiðsfrið, sigur landsstýrismaðurin.
Men av tí at hann hevur ovastu ábyrgdina av Landssjúkrahúsinum vildi hann kortini hava eina frágreiðing um tey tiltøk, sum eru sett í verk og tað hevur hann sostatt fingið.
 Men tá ið allir partar í leiðsluni meta, at hetta er fult forsvarlitgt, havi eg onki argument fyri at leggja meg út í málið, leggur landsstýrismaðurin afturat.