Spara og oyðsla

Nú ikki stendur so væl til búskaparliga í landinum, noyðist tað almenna av álvara at spara. Hvør konta verður endavend fyri at finna nakrar krónur.
Dag og dagliga hoyra vit neyðarróp um avleiðingarnar av, hvat allar sparingarnar hava við sær av neyð og vesaldómi.
Støðan er alt annað enn góð í landinum. Tað vita vit.
Men tá tað er so, er forargiligt at síggja, hvussu tað almenna oyðslar á øðrum økjum.
Eg kann ikki lata vera við at forargast, tá ið eg síggi misbrúk av almennum bilum. Okkara bilum.
Hetta eru bæði bilar hjá landsstovnum og kommunum. At privatar fyritøkur lata starvsfólk sini brúka bilarnar privat, viðkemur ikki okkum.
Tað er ikki ókent, at almenn starvsfólk taka bilin við heim og brúka hann harvið til at koyra millum heim og arbeiði.
Heilt vanligt er eisini, at starvsfólk í almennum og kommunalum størvum brúka okkara bilar til at koyra hjúnarfelagin millum heim og arbeiði og koyra børn til og úr skúla.
Almennir bilar fara eftir arbeiðstíð og leygardag til handils at keypa mjólk og breyð, og teir koyra á møti, í føðingardagar og i brúdleyp.
Almennu bilarnir fara á útsølu og út at keypa jólagávur og føðingardagsgávur, og tú sær ofta almennar bilar í privatum ørindum fara so langt sum gjøgnum undirsjóartunlarnar.
Hvør rindar? Tú og eg.