Eli Hentze
Sverri Mohr Edvinson, leiðari á Sandi, fegnast um betraðu umstøðurnar, ið heilt avgjørt fara at gera deildini betri virkandi. Harumframt er bæði bygningur og økið rundan um vorðið vakrari og meira brúkaravinarligt. Rampa er til rullustólar og barnavognar um ein vil. Ein sjálvtøka er sett upp, tann fyrsta av sínum slagi í oynni.
Á samkomu mánakvøldið segði Dia P. Johannesen, stjóri í umsjónarráðnum m. a., at útbyggingin ikki bara var fyri at fríðka um útsjóndina, men eisini við tí fyri eyga at vinna pening. Sverri Mohr Edvinson takkaði umsjónarráðnum og stjórnini fyri, at projektið bleiv sett í gongd. Hann takkaði eisini arkitektunum, arbeiðsfólkinum fyri vælaarbeiði. Stjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, var rættiliga í gávuhýri. Fyrst handaði hann formanninum í Ungmannafelagnum Virkið ein kekk áljóðandi 15.000 kr. Formaðurin í ungmannafelagnum, Fríði Nólsøe, takkaði fyri gávuna, ið møguliga skal brúkast sum íkast til eina internetcafé, ella til umvælingar í húsinum, ið skulu gerast í komandi framtíð. Kassameistarin í Sands Fornminnafelag, Fridrikka Jensen, fekk eisini stóran kekk áljóðandi 15.000 kr. handaðan frá Marneri. Fornminnafelagið hevur gjørt stórar íløgur seinastu árini, og aðrar íløgur standa fyri framman, so eisini har fullu pengarnir í góða jørð.
Tá ið samkoman var av, maturin og tað drekkandi varð komið væl niðurum, tók vanligi dagurin við aftur, og nú bíða sandingar eftir, nær Føroya Banki kemur við síni útbygging.