Sparingar og ábyrgd

Óluva í Gong
----

Aftur ein dagur farin við tíðindum um sparingar innan eldraøkið. Dagur og Vika ber boð um at størvini hjá tveimumr terapeutum verða niðurløgd á Lágargarði. Hetta ger at dagtilboðið um venjing til heimabúgvandi pensionistar fellur burtur.
Avleiðingarnar av at hetta tilboð fellur burtur er eyðsýndur. Politikkurin um at fólk skulu sleppa at verða sum longst í egnum heimi kann ikki fremjast, og gongdin frá at vera sjálvstøðugur heimabúgvandi pensionistur til røktarkrevjandi búðfólk á røktarheimi styttist munandi.
Skotið verður eftir leiðslunum fyri at mangla vitan um hvat terapeutarnir kunnu bjóða. Eg haldi at tað er umráðandi at varpa ljós á, at leiðslurnar innan eldraøkið, sum í flestu førðum eru sjúkrarøktarfrøðingar, eru fult greiðir yvir hvørja venjing terapeutar kunnu bjóða, og eisini greiðir yvir hvussu stóra gleði brúkarin hevur av venjingunum, bæði likamliga og sálarliga. Sparingarnar raka ikki terapeutar, tí leiðslunar ikki eru greiðar yvir hetta. Nei - sparingarnar raka terapeutanar, tí at landstýriskvinnan í almannamálum hevur givið beinleiðis boð um, at sparingarnar ikku mugu raka røktina. Leiðslunar á røktarheimunum hava nemliga víst á, at hesar sparingar vilja geva ein løtuvinning, sum kemur at kosta uppá longri sigt.
Spurningurin er so hvat er røkt? Tað hevur enn ikki eydnast at fáa landsstýriskvinnuna í almannamálum ella stjóran í almannaverkinum at siga, hvat tær meina at røkt er. Men tað stendur púra greitt. at búðfólk á røktarheimum skulu hjálpast upp úr songini, hjálpast við persónligari røkt, hjálpast á ves, hjálpast at eta, stuðlast við rørslu osv. og hetta skal sum sagt ikki ávirkast av sparingum. Einki er tó at yvast í, at hesin tørvurin økist í stórum við framdu sparingunum.
Eg haldi at tað er umráðandi at ábreiðslurnar fyri sparingarnar innan eldraøkið verða settar á røttum staði. Tað er Føroya Løgting, sum hevur avgjørt hvussu nógvur peningur skal nýtast til eldraøkið. Landsstýriskvinnan í almannamálum var í løgtinginum og bað um eina eyka játtan. Væl vitandi um at 7 mio manglaðu, valdi Føroya Løgting at játta 4,1 mio. Úrslit er givið, álvarsamar sparingar mugu fremjast og boðini eru greið frá landsstýriskvinnuni. “Sparingarnar mugu ikki raka røktina”.