Á bilasøluni hjá Meinhardt Arge hava teir fingið ein Opel Speedster sum framsýningarbil. Speedster er ein løtt konstruktión við kunststoff karossaríið og aluminiumchassis, meðan tann innbygdi stúrtboylin er úr stáli. Bilurin vigar einans 850 kg. Motorurin, ið er í miðjuni á bilinum, er ein 2.2 litur ECOTEC lættmetal við 147 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t uppá 5,9 sek og toppferðin er 220 km/t. Speedster, ið hevur ein 5 trins sportgirkassa, er ein ektaður sportbilur uttan hentleikar sum servostýring, sentrallás ella hita í setrunum. Slíkt hoyrir ikki heima í einum ektaðum sportbili.
Stýrir sum eftir skinnarum
Innan eru bert tey instrumentini ið mest brúk er fyri. Sportsetrini eru klødd við leður, leðurratt og girknøtt úr aluminium. Motorurin verður settur í gongd við at trýsta á ein knøtt. Takið er ein galesja, ið er løtt at taka av og leggja í viðførisrúmið. Viðførisrúmið aftanfyri motorin er 206 litrar. Speedster er í veruleikanum ein Lotus Elise við einum øðrum karossaríið. Hetta gevur seg til kennar við tað at bilurin koyrir sum ein ektaður sportbilur gjøgnum svingini og stýrir sum eftir skinnarum. Eisini tað at hann er sera lágur, hæddin er bert 111cm, ger sítt til at Speedster liggur so væl á vegnum. Bilurin verður gjørdur á Lotus bilverksmiðjuni í Hethel nærhendir Norwich í Onglandi.
?????????
Opel Speedster 2,2
Motorurin2,2 litur 4 syl. 147 hk
0-100 km/t5,9 sek
Bensinnýtsla11,8 km/l
Dekkstødd175/55-17 (framman) 245/45-17 (aftan)
Stødd og vekt:
Longd378,6 cm
Breidd170,8 cm
Hædd111,7 cm
Eginvekt850 kg
Viðførisrúm205 litrar
Prísurkr. 450.000,-
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400