Spennandi avbjóðing

- Eg fái eingi hús, men ein nakað betraðan sáttmála. Og ikki minst, so fái eg eisini nýggjar avbjóðingar, sum heilt víst kunnu verða mennandi hjá mær, sigur Jákup á Borg millum annað, nú hann fer at leika í reyð/svarta HB-búnanum

Jákup á Borg spælir í HB næsta ár. Boðini mundu fara sum ein ylur kring alla Havnina, og fyri tann stóra partin av føroyingum, sum hava áhuga í fótbólti, var talan um ein lítlan skelk. Ikki so nógv tí talan var um eitt leikaraskifti, tí tey eru hóast alt nøkur ígjøgnum ein drúgvan fótbóltssteðg, men tí talan var um eina av absolutto stjørnunum, sum skifti millum argastu kappingarneytarnar.
Reyð/svørtu viðhaldsfólkini, sum halda til í norðara partinum av Gundadali mundu vera tey, sum fegnaðust mest um hetta. Ikki bara hevur felagið við hesum fingið ein góðan leikara, men kanska minst líka týdningamikið, so hava tey longu vunnið fyrsta stóra slagið móti grannunum úr B36.
Eingi hús
Hóast hetta soleiðis er nakað, sum heilt víst vekir sterkar kenslur í báðum havnarlegunum, so var tað tó ein avkláraður Jákup á Borg, sum vit fingu orðið á, tá skiftið var veruleiki. Eitt skifti, sum merkir, at hann eftir 18 ár í B36 - harav átta á besta liðnum - fyri fyrstu ferð skal royna seg í øðrum felagi.
- Fyrst og fremst, so má eg siga, at eg ikki havi nakra ætlan um at klamsa við hurðini, nú eg havi valt at skifta felag. Eg havi havt nógv ótrúliga góð ár í B36, og í nógvar mátar hevur felagið verið sum eitt heim hjá mær. Nógvar av vinum mínum havi eg fingið her, og tí kann tað eisini kennast eitt sindur tungt at fara avstað, leggur hann fyri.
Men hetta hevur so sjálvandi eisini sínar orsøkir, leggur hann afturat. Úr B36 vóru boðini, at HB hevur givið leikaranum eitt tilboð, sum hann illa fekk sagt nei til, men hesum er leikarin nú ikki so samdur í.
- Eg skal nú ikki siga, at tað er ein vánaligur sáttmáli, sum eg havi fingið. Men tað er altso ikki so gott, sum fólk vilja gera tað til. Sjálvur rokni eg eisini við, at eg væl kundi fingið meira í onkrum felagi úti á bygd, um eg bara vildi selja meg sjálvan so dýrt sum gjørligt, men tað er so ikki tað, sum hevur vigað mest í øllum hesum. Og lat meg so eisini siga alt fyri eitt, at eg ikki havi fingið nakað hús frá Høgna Mikkelsen, soleiðis sum slaturin annars hevur ljóðað. Sum partur av leiðsluni í HB hevur Høgni sjálvandi verið ein av teimum, sum eg havi tosað við, men meira enn tað er tað so ikki.
- Fyrst og fremst, so haldi eg, at eg fekk eina sera góða viðferð, nú eg tosaði við HB. Teir hava lurtað eftir mínum sjónarmiðjum. Leiðslan tykist arbeiða ógvuliga miðvíst móti komandi kappingarári, og tað er so ein kensla, sum eg ikki í eins stóran mun havi kent, tá eg havi tosað við B36. Ikki tí at B36 ikki stílar høgt, men onkursvegna tykist hetta betri skipað í HB. Og B36 visti av, at eg ikki ætlaði at skriva undir nýggjan sáttmála beinanvegin. Eg segði teimum, at útspælið hjá teimum til nýggjan sáttmála var ikki nøktandi, men eg havi ikki hoyrt nakað aftur. Kanska kundi eg pressa sitrónina við at siga, hvørji onnur tilboð vóru, men tað valdi eg so ikki at gera, tí eg tími ikki at verða skýrdur sum ein, ið bert hugsar um pengar.
- Og ítróttarliga er hetta eisini ein stór avbjóðing hjá mær. HB fyllir 100 ár komandi ár, og í nógvar mátar tykist hetta gerast sera spennandi. Tað kann vera ein avbjóðing, sum fær meg at geva meg enn meira. Sjálvur var eg so ikki nøgdur við persónliga avrikið hjá mær í fjør. Tað er kanska eisini so, at eg nú havi spælt øll árini við B36, og at tað tí kanska koyrir ov nógv í sama spori. Nú skal eg í øllum førum prógva í HB, at eg skal hava fast pláss á liðnum, og sjálvandi skal eg eisini prógva fyri B36, at teir burdu hildið betri fast í mær.
Heit móttøka
Sum nevnt, so vóru øll helst ikki eins fegin, nú skiftið gjørdist veruleiki, og sjálvur viðgongur Jákup eisini, at boð vóru oftani eftir honum týsdagin.
- Telefonin ringdi at kalla út í eitt, og at enda tímdi eg ikki at taka hana. Eg hevði hóast alt kunnað leiðslu og viðleikarar í B36, umframt tey nærmastu. At onnur so eisini vildu hava nakað at vita, fái eg ikki gjørt so nógv við. Gjørdi eg tað, so tosaði eg í telefonini allan dagin, og tað tímdi eg altso ikki. Hósdagin fari eg niður at hyggja at FCK og Mallorca, og so fái eg vónandi eitt sindur av friði, sigur hann við einum lítlum smíli.
Men hvussu víkir og vendir, so er einki at ivast í, at talan verður um eina heita móttøku, tá hann einaferð komandi ár skal spæla grannauppgerð í Gundadali. Hesa ferð við B36 sum mótstøðuliði, og Jákup tykist eisini greiður um, hvat tá bíðar eftir honum.
- Sjálvandi kanst tú ikki fyrireika teg heilt neyvt til tað, sum tá fer at henda. Men nú spæli eg so við HB, og har ætli eg mær at gera alt tað, sum stendur í mínari makt, til tess at vinna - eisini móti B36. Hinvegin fara tey í B36 helst at gera sítt til, at dagurin hjá mær til ta tíð ikki skal gerast so góður, men tað má eg bara góðtaka. Rivaliseringin er ein partur av spælinum, og eg veit væl, hvussu nógv hetta hevur at siga fyri summi, so tað skulu tey hava loyvi til. Men eg vóni bara, at tey hóast alt eisini duga at síggja hetta frá mínari síðu, sigur Jákup á Borg at enda.