Ein heilt nýggjur Seat Toledo kemur á marknaðin síðst í hesum árinum. Talan er um triðju generatión av Toledo, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1991. Núverandi modell er frá 1998.
Nýggi Toledo Prototipo er umleið somu stødd sum núverandi Toledo, men nakað hægri og væl rúmligari. Bilurin er ein tann størsti í sínum klassa. Viðførisrúmið er yvir 500 litrar.
Eitt sum eisini sermerkir bilin er panorama-glastakið, ið røkkur um so gott sum alla takflatuna.
Toledo Prototipo er ein framkomin og væl útgjørdur bilur við stórum 19" hjólum, støddin á lágprofil-dekkunum er 235/35-19. Forlyktirnar eru av nýggja dual-xenon systeminum.
2,0 litur FSI motorurin er upp á 150 hk við 6-trins girkassa.
Innan er eisini gjørt nógv burtur úr við góðum tilfari og kvaliteti eins og nýggjastu multimedia tøknini. Bilurin verður frumsýndur á Madrid Motor Show.