Spenningur í báðum endum

Næstbesta deildin fór í summarfrí í gjárkvøldið. Tríggir dystir vórðu spældir í gjár, og teir endaðu allir við heimasigri.

Í toppinum tað nú javnt millum 07 Vestur og VB/Sumba. AB er trý stig aftanfyri, og tað eru hesi trý, sum eftir øllum at døma fara at kappast um tey bæði plássini, ið bera uppflyting við sær.

TB hevur spælt ein dyst meiri enn AB, og argjamenn eru fimm stig frammanfyri tvøramenn.

B68 hevur leingi verið botnlið. Við sigrinum á klaksvíkingum í gjár lyfti B68 seg upp um EB/Streym. NSÍ, KÍ og Víkingur mugu eisini roknast at vera í vanda fyri at vera í vanda fyri at flyta niður.

 

AB-HB 8-0 (3-0)

1-0: Dion Splidt

2-0: sjálvmál

3-0: sjálvmál

4-0: Thomas Hans Rubeksen

5-0: Thomas Hans Rubeksen

6-0: Thomas Hans Rubeksen

7-0: Evrard Blé

8-0: Dánial Rói Olsen

Reytt kort: Hendrik Rubeksen, HB

 

07 Vestur-VB/Sumba 3-1 (1-1)

1-0: Tór-Ingar Akselsen

1-1: Birgir Jørgensen

2-1: Jens Erik Rasmussen br

3-1: Jóan Petur á Stongum

Reytt kort: Martin Tausen, VB

 

B68-KÍ 2-1 (0-1)

0-1: Arnhold Joensen

1-1: Súni Fríði Barbá

2-1: Óli Olsen

 

Støðan

07 Vestur og VB/Sumba 37

AB 34

TB 29

HB 16

Víkingur 15

KÍ 13

NSÍ 12

B68 10

EB/Streymur 9

VB/Sumba og TB hava spælt 16 dystir, 07 Vestur, AB og B68 hava spælt 15 dystir, og HB, KÍ, NSÍ og EB/Streymur hava spælt 14 dystir, og Víkingur hevur spælt 13 dystir