Tíðliga í kvøld vóru forsetarnir í ávikavist Russlandi og Kina, Vladimir Putin og Xi Jinping, lidnir við sínar samrøður fyri dagin.
Tá høvdu ríkisleiðararnir sambært russisku tíðindastovuni Ria Novosti verið saman í hálvan fimta tíma.
Tað var fyrrapartin mánadagin, at kinesiski forsetin kom á vitjan í Moskva, og mong fylgja við, hvat fer at spyrjast burturúr vitjanini.
Sagt hevur verið, at týsdagurin verður hin stóri dagurin hjá ríkisleiðarunum, har fleiri mál skulu viðgerast millum partarnar.
Kríggið í Ukraina fer at fylla nógv, nú kinesiski forsetin, ið hevur peikað seg sjálvan út sum meklara, fer at royna at fáa í lag vápnahvíld í Ukraina.
Um samráðingarnar millum Vladimir Putin og Xi Jinping verður sagt, at hesar eisini fara at snúgva seg eitt nú um orku og sínámillum handil.
Tá ríkisleiðararnir seinnapartin í dag høvdu felags tíðindafund, lýstu teir hvønn annan sum "góðir vinir".
Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at kinesiski forsetin eisini hevur ætlanir um at skifta orð við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Xi Jinping hevur eina avtalu í 12 punktum við sær í Russlandi, og hetta er ein avtala, sum í fyrsta lagi skal fáa í lag vápnahvíld í Ukraina.