Tað verður av álvara talt niður í kvinnukappingini í fótbólti, og tað er framvegis stórur spenningur um, hvør fer at vinna FM.
Í gjárkvøldið vóru tveir dystir. KÍ hevði vitjan av B36, og toppdystur var í Gundadali, har EBS/Skála var gestur hjá HB.
Toppdysturin endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Milja R. Simonsen legði HB framum seks minuttir eftir steðgin, og fýra minuttir seinni javnaði Margunn Lindholm til 1-1.
Javnleikurin í Gundadali bar møguleika hjá KÍ við sær, at taka seg nærri toppinum, og tær úr Klaksvík tóku av. KÍ vann 4-1 á heimavølli ímóti B36. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Longu í fyrsta minutti setti Rannvá B. Andreasen hol á, og ein minutt undan steðginu javnaði Marjun Danielsen.
Javnleikurin helt sær, til ein tími var farin. Tá legði Eyðvør Klakstein heimaliðið framum aftur.Ellivu minuttir undan leikloki økti Sanna Svarvadal til 3-1, og í síðsta minutti staðfesti Hervør Olsen 4-1 sigurin.
Oyggjauppgerðin millum B68 og ÍF/Víking varð útsett.
EBS/Skála og KÍ hava 44 stig, og HB hevur 41 stig. ÍF/Víkingur hevur 18 stig, B36 hevur 5 stig, og B68 hevur 2 stig.
Umframt útsetta dystin millum B68 og ÍF/Víking er skráin henda:
23. oktober: EBS/Skála – KÍ, B36 – B68 og ÍF/Víkingur – HB.
27. oktober: ÍF/Víkingur – B36, B68 – EBS/Skála og KÍ – HB.