Spildurnýtt ferðamannaskip á Havnini

Ferðamannaskipið Viking Mira kom á Havnina klokkan átta í morgun og verður liggjandi til klokkan 18 í kvøld.

Talan er um eitt av nýggjastu ferðamannaskipunum í heiminum. Viking tók ímóti skipinum frá italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Ancona tann 26. mai í ár, og fáar dagar seinni varð tað doypt í Venezia.

 

Viking Mira hevur 499 ferðafólkakømur og rúm fyri upp í 998 ferðafólkum. Skipið er 54.300 bruttotons og siglir sítt fyrsta ár í Miðjarðarhavinum og Norður-Evropa.

 

Sambært Tórshavnar Havn kom Viking Mira inn klokkan 08 í morgun. Torcargo Faroes er agentur hjá skipinum í Føroyum. Skipið kemur aftur á Havnina 6. september.

 

Núverandi túrurin hjá Viking Mira byrjaði í Bergen 19. august og endar í Reykjavík 31. august. Ferðin ber heitið Iceland’s Majestic Landscapes.

 

##med2##