Spinna gull burturúr neytalorti

Sjáldsama stórir møguleika eru at vinna í kapping, sum verður í Hvalba næsta leygardag

Næsta leygardag, 21. okt. verður tað onkur suðuroyingur, sum fer at lovprísa einum neytalorti.

Tí nú er hendan nýggja spælisjúkan ? at hava neytalortakapping, eisini komin til Suðuroynna.

Næsta leygardag er tað bóltfelagið Royn í Hvalba, sum skipar fyri hesi sjáldsomu kappingini. Kappingin verður við fótbóltsvøllin, men nágreiniliga klokkutíðin verður lýst seinni.

Kappingin gongur heilt einfalt út uppá, at eitt stykki við fótbóltsvøllin verður býtt sundur í fýrakantar. Fólk kunnu síðani keypa sær ein ella fleiri fýrakantar. At enda verður so ein kvíga leidd inn á stykkið. Og tann, sum eigur fýrakantin, har hon sleppur tí fyrsta lortinum, ja, hann hevur vunnið alla kúnna.

Tað, sum hvalbingar fara at kappast um, er ein kvíga av hereford slagnum, sum eru tiltikin góð kjøtneyt.

Tann, sum vinnur kunna, kann eisini fáa hana dripna, um hann, ella hon, vil.

Men umframt kúnna, hava hvalbingar eisini onkrar eykavinningar sum onkur fær at ugga seg við, sum ikki fær kvíguna.

Tað eru sjáldsama góðir møguleikar at vinna í hesi kappingini, tí tað verða í mesta lagi 800 seðlar seldir. Men verða ikki allir seðlarnir seldir, tess størri er møguleikin at vinna. Sostatt er møguleikin at vinna nógv størri enn í vanligum spæli. Peningurin, sum Royn fær inn við hesum tiltakinum fer til felagsarbeiði.

Seðlar fáast á tlf.: 222695 og á tlf. 375184.