Spjaða ótta ístaðin fyri at geva fólki vón

JÁTTANARKARMAR Samgongan sáar mistreysti og ótta niður í fólk, ístaðin fyri at eggja og stimbra, heldur forkvinnan størsta almenna fakfelagnum

- Vil samgongan landi og fólki væl, hevði hon hildið upp at at sáa ótta ímillum fólk.
Tað heldur Selma Ellingsgaard, forkvinna í landsins størsta fakfelagi, Starvsmannafelagnum.
Men at sáa ótta og mistreysti, er akkurát, hvat Selma Ellingsgaard heldur, at samgongan ger.
Í játtanarkarmunum, sum Løgtingið fer at viðgera í dag, dugir hon nevniliga ikki at síggja nógv upplyftandi og eggjandi.
- Ístaðin fyri at eggja og stimbra, verður bara tosað um at tálma og spara og tað kann ikki annað enn leypa ótta og ekka á fólk, sigur Selma Ellingsgaard.

Ongin vón
Selma Ellingsgaard sigur, at í vánaligum tíðum, sum vit eru í nú, ræður um at føra ein politikk, sum eggjar og stimbrar.
Tað ásannaði samgongan eisini og tað var ein høvuðsorsøk til, at skipanin við flatskatti varð sett í gildi.
Men tað miseydnaðist fullkomiliga, tí skatalættin varð latin teimum, sum høvdu nóg mikið frammanundan og tað førdi ikki til nakað.
- Skuldi ein skattlætti gjørt mun og fingið gongd á búskapin, skuldi hann verið latin lág og miðalinntøkunum. Høvdu tey við lægri inntøkunum fingið meiri pening um hendi, høvdu tey eisini brúkt meir og sett ferð á samfelagshjólini.
Hinvegin staðfestir Selma Ellingsgaard, at í játtanarkarmunum, sum nú eru lagdir fram, sæst einki til, at samgongan ætlar at birta vón í fólki við tí fyri eyga at fáa tey at brúka meiri.
Tvørtur ímóti verður mest tosað um at spara og rationalisera fyri at spara. Samstundis verður nógv gjørt burtur úr at útveita almennar tænastur – eisini fyri at spara.
Selma Ellingsgaard sigur, at hetta fær fólk at stúra fyri sínum starvi og tí torir ongin at brúka pengar.
- Fólk hava sæð, hvussu nógvar uppsagnir hava verið og tí hevur tað bara negativa ávirkan, at halda fram við einum politikki, sum bara hevur til endamáls at spara og skerja, tí so torir ongin at brúka pengar.
- Tað førir so aftur til minni inntøkur til landskassan í mvg og avgjøldum, og til minni inntøkur til vinnuna, sum framleiðir vørur og tænastur.

Selma Ellingsgaard ásannar, at vit hava øll skyldu til at rationalisera so nógv sum gjørligt.
Men hjá samgonguni er sparingin einasta grundgevingin fyri rationaliseringum.
- Hevði samgongan heldur rationalisera við at førleikament almenn starvsfólk, so at meiri fekst burtur úr hvørjum starvsfólki, hevði størri gagn fingist burtur úr tilfeinginum.
Hon ivast onga løtu í, at vit hava brúk fyri eini sterkari almennari fyrisitingum og sterkum stovnum og hon ivast heldur ikki í, at almenn starvsfólk gera sítt ítarsta, hvønn einasta dag.
Samstundis ávarar hon ímóti ætlanini at útveita almennar tænastur.
- Tað hevur tað almenna roynt fyrr, onkuntíð við ivasomum úrslitum. Posta varð gjørt til alment partafelag, men tað man vera skúladømi um, hvussu tað ikki skal gerast og tey, sum hava goldið prísin fyri tað, eru starvsfólkini, tí nógv eru uppsøgd og setanartreytirnar eru munandi versnaðar. Samstundis er tænastan til brúkaran versna munandi.
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum ivast eisini stórliga í, hvussu stórur fíggjarligur vinningur tað er at útveita almennar tænastur.
Hon dugir heldur ikki at síggja, hví niðurstøðan í samgonguni er, at bara tænasturnar verða útveiddar, verða tær bæði bíligari og betri.
Á nógvum økjum er útboðið av privatum veitarum lítið, so tað er stórur vandi fyri, at vit bara fáa eitt privat monopol ístaðin fyri eina almenna tænastu og tað verður neyvan til gagns fyri okkara samfelag.
Politikarar hava nevnt reingerð, sum eitt dømi um eitt øki, sum kann útveitast.
- Á donskum sjúkrahúsum er reingerðin útveitt, men donsk sjúkrahús eru sanniliga ikki reinari enn tey føroysku, sigur Selma Ellingsgaard.
Verður ein tænasta útveitt, missur tað almenna fyri ein stóran part tamarhaldið á tænastustøðinum og tað kann verða ein dýrur læripengi.
Hon nevnir eisini, at landið hevur bygt bæði hús og vegir og tunlar. Tað hevur alt verið nógv dýrari enn mett, so tað er í hvussu so er ikki rætt, at bara tað er privat, so er tað bíligt og gott.