Ein stýrd spreinging í Donau sendir vatn og klettabrot upp í luftina. Rumenia roynir soleiðis at fáa meira kølivatn til Cernavoda-kjarnorkuverkið, sum er hótt av sera lágum vatnstandi. (Mynd: Daniel Mihailescu/Ritzau Scanpix)

Spreingja klett í Donau fyri at bjarga kjarnorkuverki

Lág vatnstøða í Donau hóttir orkuframleiðsluna í bæði Rumenia og Ungarn.

Ein stýrd spreinging í Donau sendir vatn og klettabrot upp í luftina. Rumenia roynir soleiðis at fáa meira kølivatn til Cernavoda-kjarnorkuverkið, sum er hótt av sera lágum vatnstandi. (Mynd: Daniel Mihailescu/Ritzau Scanpix)

Rumenia tók í dag eitt sjáldsamt stig fyri at tryggja kølingina av einasta virkandi kjarnorkuverkinum í landinum.

Við einari stýrdari spreinging varð ein klettur í Donau sprongdur burtur, so meira vatn kann leiðast til Cernavoda-kjarnorkuverkið.

Myndir vísa, hvussu vatn og klettabrot verða slongd høgt upp í luftina eftir spreingingina.

Endamálið er at byggja eina fyribils byrging, sum skal beina meira vatn inn í ta ánna, har kjarnorkuverkið liggur.

Ein av teimum báðum reaktorunum á Cernavoda varð tikin úr rakstri í síðstu viku, tí ov lítið kølivatn var tøkt.

Hitabylgja og langvarandi turkur hava seinastu vikurnar fingið vatnstøðið í Donau at falla nógv.

Sama trupulleika hevur grannalandið Ungarn, har kjarnorkuverkið í Paks eisini er treytað av vatni úr Donau til køling.

Paks-verkið framleiðir vanliga umleið helmingin av allari elorkuni í Ungarn. Í dag koyrdi tað tó bara við umleið tíggju prosentum av vanligu orkuni.

Ungarski forsætisráðharrin, Péter Magyar, segði mánadagin, at verkið væntandi kann halda fram í einar tveir dagar afturat.

Bæði í Rumenia og Ungarn hava myndugleikarnir heitt á bæði húsarhald og fyritøkur um at spara upp á streymin.

Í Rumenia hava bilaverksmiðjurnar hjá Renault, sum framleiða Dacia- og Ford-bilar, samtykt at steðga framleiðsluni fram til 19. august fyri at minka um orkunýtsluna.

Donau er næstlongsta áin í Evropa og rennur ígjøgnum tíggju lond.