"Spurin" vitjaði LookNorth í Klaksvík

(Frá Rás2) Hoyr sendingina Rás2 hevði beinleiðis úr Klaksvík seinnapartin í dag, har Árni Skaale, stjóri á LookNorth greiddi frá

Hvønn hósdag millum klokkan 14 og 15 er sendingin "Spurin" á skránni á Rás2. Í sendingini verður vitjað hjá fyritøkum, felagsskapum ella hjá einstaklingum, sum fáast við okkurt serligt. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Í sendingini í dag vitjaði Petur Zachariassen kendu fyritøkuna norðuri í Klaksvík, sum eitur LookNorth. LookNorth hevur havt plastframleiðslu síðani 2001. 

 

Í sendingini hoyra vit Árna Skaale, stjóra, sum fyri stuttum fekk heiðurin "ársins íverksetari" greiða frá umfatandi virkseminum hjá LookNorth. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.