##med2##
Seinnapartin vitjaði seinnapartssendingin á FM1 "Spurin" Visit Runavík í Saltangará.
Reportarin, Petur Zachariassen prátaði við Marjun Niclasen, Bárður Højgaard og Oyvør Dam Jacobsen, ið greiddu frá teimum spennandi upplivingunum, ið føroyingar og útlendingar kunnu fáa tá tey vitja í Runavíkar kommunu.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
Sendingin "Spurin" er beinleiðis hvønn hósdag seinnapart millum klokkan 14 og 15. Petur Zachariassen vitjar bæði arbeiðspláss, stovnar, kommunur, virki, einstaklingar og felagsskapir.