Spyr Sosialin
Eirikur Lindenskov
og Turið Kjølbro
Høvi verður at spyrja um nærum alt. Til pedagogin: hví lurta børnini ikki eftir, tá ið eg tosi við tey. Til prestin: Nú siga granskarar, at Adam og Eva vóru ikki fyrstu menniskjuni jørð. Hvørjum skulu vit trúgva? Til løgregluna: Hvussu skal eg bera meg at, tá ið eg síggi ein og sama bilførara koyra ov skjótt eftir vegnum, har vit búgva? Og mangar aðrar spurningar kunnu tit nú seta hesum breiða skara av fólki. Tit kunnu antin skriva bræv, senda fax, senda teldubræv ella fara inn á heimasíðuna hjá Sosialinum við spurningum. Vit mæla fólki til at skriva greitt og týðiligt.
Adressan: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, Fax 314720 ella teldupost: post@sosialurin.fo
? og merkið, hvørjum tit seta spurningum.
Ætlanin er at hava fyrstu svari í blaðnum komandi týsdag.
Bergur Hansen, djóralækni
Heri Joensen, prestur
Heri Kragesteen, sálarfrøðingur
Ingi Højgaard, løgfrøðingur
Jens Andreassen, lækni
Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsarhaldsfrøðingur
Jón Klein Olsen, politistur
Jón Kragesteen. Ferðslutrygd
Julianna Næs, pedagogur
Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi
Turid Thomsen, lestrarvegleiðari
Marius Staksberg, málfrøðingur