Tá ið ein tryggingarskaði uppá eitt akfar er umvældur, hevur tað verið soleiðis, at eitt bræv kemur frá tryggingini um, at tryggingin hevur goldið verkstaðnum fyri arbeiðið og at møguleiki er fyri at fáa akfarið til eftirsýn. Um eitthvørt er at finnast at, so skal sigast tryggingini frá innan 14 dagar. Er hetta alsamt galdandi?
Flest allir akfarsánarir vita lítið og einki um umvælingar av akførum og hava tí lítlan og ongan møguleika fyri at meta um arbeiðið. Tað kann ganga long tíð, áðrenn tað vísir seg, at arbeiðið ikki er gjørt til lítar.
Tað er alment komið fram, at Tryggingarsambandið hevur gjørt avtalu um, at tímalønin hjá verkstøðunum valdast, hvussu væl verkstaðið er fyri við framkomnum tólum, t.v.s. jú fleiri tól á verkstaðnum, hægri tímaløn kann verkstaðið krevja. Hervið hevur Tryggingarsambandið lagt eitt støði um tímalønina, sum allir bileigarar verða noyddir at gjalda, um bilurin skal á verkstað. Mín spurningur er, krevur Tryggingarsambandið nakra garanti frá verkstøðum uppá umvælingararbeiði, ella hevur akfarsánarin nakað krav uppá garanti frá verkstaðnum?
Finnleif Guttesen,
Tvøroyri