Spurningurin er um leiklutin hjá Búa

Fleiri av víkingunum, sum ikki vóru við í Klaksvík, eru nú aftur á vøllinum í Sarpugerði

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði, har tað verður grannauppgerð millum Víking og NSÍ. Víkingur er topplið við 24 stigum, og NSÍ er á fjórða plássi við 18 stigum.

 

Hetta er onnur ferðin í ár, at hesi bæði hittast. Fyrra ferðin var 29. apríl, tá ið Víkingur í 7. umfari vann 1-0 í Runavík, og Poul Kallsberg var málskjútti.

 

NSÍ liðið var væl upplagt mánakvøldið, tá ið tað endaði við 4-1 heimasigri ímóti 07 Vestur. Ta ferðina var Búi Egilsson sambært FaroeSoccer fyri fyrstu ferð síðani leygardagin 22. oktober 2022  millum teir fyrstu ellivu í bestu deildini. Og Búi Egilsson takkaði fyri álitið við fyrstu tíggju minuttirnar at skora tvey mál.

 

Búi Egilsson avloysti stóra álopstrumfin Petur Knudsen, sum var leikbannaður ímóti 07 Vestur. Nú er Petur Knudsen tøkur aftur, og hann eigur sjálvskrivað pláss millum teir fyrstu ellivu. Spurningurin er so, hvønn leiklut NSÍ venjarin Jens Christer Wedeborg fer at geva Búa Egilssyni. Um hann aftur í dag verður millum teir fyrstu ellivu, ella um hann aftur verður á NSÍ beinkinum í Sarpugerði.

 

Miðvallarin Beinir Nolsøe er tøkur aftur eftir leikbann. Miðvallarin Konrad Gustafsson hevur ikki verið á NSÍ liðnum síðani 14. apríl, tá ið NSÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti B36. Síðani hevur hann verið darvaður av vøddaskaða.

 

Víkingur tapti sunnudagin 2-1 í Klaksvík. Hetta var fyrsta tapið í 22 landskappingardystum og fyrsta tapið í landskappingini í næstan eitt ár. At tað endaði við tapi í Klaksvík eigur ikki at órógva, halda teir í Víkingi, sum í Klaksvík ásannaðu, at teir høvdu spælt væl ímóti einum góðum liði, og at tað eins væl kundi havt koppað teimum til fyrimunar, sum at tað koppaði KÍ til fyrimunar.

 

Tað hevur seinastu ferðirnar verið stórur saknur í álopsspælaranum Finni Justinussen, sum hevu verið darvaður av vøddaskaða. Finnur hevur verið á vøllinum og vant, og tað kann vera, at hann fer at eiga onkran leiklut í dag. Rani Hansen, sum higartil ikki hevur átt serligan leiklut á besta liðnum, hevur víst seg at vera væl upplagdur álopsspælari, og spurningurin er, um tað verður hann ella Martin Klein Joensen, sum verður fremsti maður, um Finnur Justinussen ikki verður millum teir fyrstu ellivu. (rætting: Rani Hansen verður ikki við í dag, tí hann sá gula kortið tvær ferðir og harvið eisini reytt, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi leygardagin vann 3-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy).

 

Olaf Bárðarson og Ari Olsen hava í vikuni aftur verið á vøllinum, eftir at teir hava verið skaddir.

 

Í Klaksvík noyddist Sølvi Vatnhamar skaddur av vøllinum, eftir at hann hevði lagt Víking á odda 1-0. Sølvi er skaddur í tjúkkanum, og hann verður ikki við í dag. Jørgen Nielsen, Ingi Jonhardsson og Andras Lava Olsen eru framvegis skaddir

 

Víkingur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.