Tað er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, ein grein 52a fyrispurning um avtøku av fráfaringaraldri.
Hann spyr soleiðis:
1. Ætlar landsstýriskvinnan at avtaka fráfaringaraldurin?
2. Um ja, nær kann væntast, at ásetti fráfaringaraldurin fer í søguna?
Í viðmerking til fyrispurningin sigurt Jørgen Niclasen, at brúk er fyri øllum.
– Seinastu tølini fyri arbeiðsloysið í Føroyum vísa framvegis, at stórt sæð einki arbeiðsloysi er. Hinvegin leitar arbeiðsmarknaðurin eftir arbeiðsmegi allastaðni. Longu merkist, at vit í Føroyum hava rættiliga nógvar útlendingar í landinum, sigur Jørgen Niclasren.
Hann vísir á, at í mun til grannalond okkara, so eru vit so heppin, at her eru nógv fleiri eldri, sum arbeiða eftir, at pensjónsaldur er náddur.
– Tað kann tykjast, sum mentanin millum okkara eldru er, at orka tey, so vilja tey arbeiða longur. Tí er spurningurin, um tað ikki er óheppið, at hava ein fráfaringaraldur hjá almennu Føroyum. At vit hava ein aldur, sum einsamallur avger nær starvsfólk skulu úr starvi hjá landinum, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður, sum sjálvur sat við málsøkinum í seinastu samgongu. Og hann heldur fram:
– Fara vit nógv ár aftur í tíð, so var hesin aldur 67 ár. Tá fólk náddu hendan aldur, vórðu tey søgd úr starvi. Seinni varð hetta broytt til 70 ár. Í 2013 bleiv gjørt møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina í 2 ár í senn, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Í 2022 varð fráfaringaraldurin hækkaður upp til 72 ár.
– Spurningurin nú er, um fólk ikki eiga at hava møguleikan at arbeiða, so leingi tey ynskja og orka, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á, at landsstýriskvinnan í juni í ár sendi ætlanina um at avtaka fráfaringaraldurin til hoyringar.
– Síðan hevur einki verið at hoyrt um hetta rundskriv. Tí verður her spurt, um landsstýriskvinnan framvegis ætlar av avtaka fráfaringaraldurin og um so er, nær væntast kann, at hetta verður gjørt, sigur Jørgen Niclasen.












