Tað snýr seg um ferðslutrygdina á landsvegnum, ið ganga gjøgnum bygd øki. Fía Selma Nielsen hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um evnið. Hon spyr landsstýrismannin soleiðis:
1. Á hvussu nógvum vegastrekkjum í Føroyum ganga landsvegir gjøgnum øki, har børn hava sína dagligu gongd?
2. Hvørji øki er talan um?
3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við at bøta um ferðslutrygdina á tílíkum økjum?
Í viðmerking til fyrispurningin vísur hon á, at øll ferðsla til og frá flogvøllinum í Vágum verður leidd eftir sama vegi, sum er farleið til einasta fólkaskúlan í Vága Kommunu.
##med2##
– Ferðafólkatalið á flogvøllinum setur framvegis met, og teir tríggjar summarmánaðirnar, juni, juli og august, vóru í 2025 184.000 fólk komin og farin um flogvøllin. Tað var væl meiri enn summarmánaðirnar undanfarin ár, sigur hon.
– Alt árið 2024 komu og fóru 444.000 ferðafólk um flogvøllin, met varð eisini sett í 2025 tá 461.054 fólk ferðaðust um flogvøllin.
##med3##
– Ferðslutrygdin á vegastrekkinum, har landsvegurin gongur gjøgnum Sandavág og Miðvág er ikki nøktandi, og Løgtingið hevur samtykt, at Vága Floghavn fær 350 milliónir kr. til part av ætlaðu útbyggingunum av flogvøllinum/farstøðini, sigur Fía Selma Nielsen.
Hon vísir á, at tað eru játtaðar 2,4 mió. kr. til at fyrireika tunnilin á farleiðini frá flogvøllinum til Vágatunnilin. Men tá er talan um eina langtíðarætlan. Her og nú er ein stór avbjóðing á vegastrekkinum.
##med4##
– Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrisfólkið hevur um hesi viðurskifti, sigur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara spurninginum.












