SSL avlýst túrar

SSL skrivar á síni heimasíðu, at túrar eru avlýstir vegna veður, og fleiri broytingar kunnu væntast.

Teistin fer síðsta túr í kvøld klokkan 20.00 av Gomlurætt.

Sildberin siglir ikki fyribils.

Leið 481 koyrur ikki meira í dag.

SSL skrivar, at fleiri avlýsingar, broytingar ella seinkingar kunnu væntast, so helst er skilagott at kunna seg á ssl.fo, um ein ætlar sær á ferð við bussi ella skipi.