SSL skal fráboðast um vandamiklan farm

Flestu av skipunum hava ikki loyvi til at føra nakað fýrverk.

Nú tað stundar til nýggjárshald kemur nógv fýrverk til Føroyar. Fyri at trygdin skal vera í lagi, so er neyðugt hjá øllum viðskiftafólkum, sum hava í hyggju, at flyta fýrverk millum oyggjar við skipum hjá SSL, at kunna seg um hvørjar treytir eru galdandi, skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu.

 

 

Strandfaraskip landsins hava 6 skip sum eru ógvuliga ymisk, men flestu av teimum eru fevnd av sera strongum altjóða krøvum um flutning av vandamiklum farmi (IMDG Kotan), sum millum annað snýr seg um fýrverk.

 


Flestu av skipunum hava ikki loyvi til at føra nakað fýrverk, og tað sama er galdandi um fýrverki verður sent við flutningsfyritøku umvegis okkara skip. Heitt verður á kundar okkara sum hava fyri neyðini at flyta fýrverk millum oyggjar, at seta seg í samband við okkum soleiðis at ein loysn kann finnast, skrivar ssl.fo.

 

 

Skal vandamikið góðs flytast við einum av skipunum hjá SSL, so verður heitt á viðskiftafólk, um at seta seg í samband við farmastøðir ella farmaavgreiðslur hjá SSL í seinasta lagi 1 viku áðrenn vandamikla góðsi skal flytast. Avgreiðslutíðin kann vera eitt sindur longri enn fyri vanligt góðs. Í hesum sambandi skal skjalið ”IMDG váttan fyri vandamikið góðs” fyllast út.

Nærri kunning um mannagongd í sambandi við flutning av vandamiklum góðsi sæst á heimasíðuni hjá SSL á leinkinum her https://www.ssl.fo/fo/farmur/vandamikid-gods/, upplýsir ssl.fo.