Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Konsert
Øssur Johannesen spælir hetta vikuskiftið konsertir í Kagganum í Havn og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hann er triðja navnið á plakatini á útgávukonsertunum við 200 og Marius. Men meðan 200 og Marius er bólkar er Øssur einsamallur maður á pallinum.
Øssur Johannesen hevur á sínum solofløgum og saman við Hjalta Joensen skapt nakrar heilt serligar tónleikaupplivingar. Øssur og bassurin klæða óvanliga væl hvør øðrum, og skapa saman villar og óvanligar upplivingar, ið eru heilt egnar og best kunnu lýsast sum kensluligar útferðir, har tónleikurin málar ofta ógvusligar kenslur. Øssur dyrkar bassin sum soloinstrument og arbeiðir nógv við dynamikki og temposkiftum. Hann letur seg ikki binda niður av genrum ella vanahugsan, men ferðast í øllum genrum við sínum tónleiki.
Ætlanin var, at Øssur skuldi spæla á G!Festivalinum, men hann var noyddur at geva avboð.
- Eg eri keddur av, at eg varð noyddur at avlýsa konsertina hjá mær á G!Festivalinum, men tað er gott, at sleppa at spæla aftur. Eg gleði meg til at hita upp fyri 200. Eg haldi teir eru ein vulkan av orku, sigur Øssur.
Hann vísir á, at honum dámar tað, at 200 er so uppreistrarsinnaður.
- Tekstirnir hjá teimum eru stuttligir, men viðkomandi, sigur Øssur.
Høg góðskukrøv
Øssur setur høg góðskukrøv til bæði sínar fløgur og til sínar framførslur.
- Eitt træ skal doyggja fyri, at tú kanst gera ein bass, so tí mugu vit hava høg góðskukrøv. Eg haldi ofta, at bløðini gloyma tað, at trø mugu doyggja fyri, at tey skulu útkoma, og at hetta setur krøv til góðskuna.
Fyri at vera til reiðar til framførsluna, mediterar Øssur altíð ein tíma, áðrenn hann skal á pallin, soleiðis verður eisini hesuferð.
Á konsertini væntar Øssur, at tað sum hann spælir er okkurt av komandi útgávuni, onkrar improvisatiónir og kanska lesur hann eina yrking, ið hann hevur skrivað á læstu deild.
Ambitiøs útgáva
- Mín komandi útgáva er tann mest kostnaðarmikla og ambitiøsa higartil. Hetta er ein dupult fløga og DVD, greiðir Øssur frá.
- Fyri at útgávan skal blíva til nakað, skal ymiskur stuðul koma upp á pláss, men eg vænti, at tað fer at ganga, sigur hann.
Tann eina fløgan verður við yrkingaupplestri, hin verður við solobassi og DVDin verður við ymiskum konsertupptøkum, framsýningum og samrøðum.
Á fløguni við solobassi fer Øssur aftur til tað melidiøsa, ið vit kenna av fyrstu fløguni hjá honum. Her verður talan um egnar kompositiónir og nøkur coverløg. Coverløgini verða tó spæld á Øssursa egna hátt. Serliga ambitiøst er eitt 17 minuttir langt verk, eitt bland, av lagnum Kashmir hjá Led Zeppelin, einum syrgiligum melodii hjá Tchaikovsky, Gypsi hjá Uriah Heep, Hall Of The Mountain King úr Per Günt hjá Grieg og lagnum The Park hjá Uriah Heep.
Gamlir skurar
Sum myndlistamaður er Øssur enn virkin. Næsta framsýningin við listamanninum, verður tó ikki við nýggjum verkum.
- Eg havi fingið fatur í teimum linoleumsskurunum, sum eg gjørdi í Danmark í 90unum, og eg fari at endurprenta teir, og ætli at sýna teir fram í gallarínum hjá Zacarias Wang, sigur Øssur.
Nær hetta verður er tó enn ikki heilt greitt
Konsertin í Kagganum er fríggjakvøldið 25. august, meðan konsertin í Fuglafirði er leygarkvøldið 26. august. Við sær hava 200, Marius og Øssur rokk plátuvendaran DJ Sakin Spakin.