Á mikkjalsmessu, hósdagin 29. september, verður ein av virknastu listamálarum okkara hálvt hundrað ár. Talan er um Øssur Mohr í Fuglafirði. Hann vaks upp á Krossinum, sonur Poulu og Jákup Mohr og yngstur av trimum brøðrum. Hinir eru Hans og Poul Jákup.
Eftir lokna skúlagongd lærdi Øssur til elektromekanikara hjá Jostein Petersen í Fuglafirði, og tá ið hann var avlærdur, fór Øssur at arbeiða hjá pf. Esmar Simonsen, har hann í 17 ár m. a. seldi billutir.
Frítíðarítrivið var í mong ár fótbólturin. Øssur var ein av hollastu dómarunum, og hann var í fleiri ár við til at bera ábyrgdina av at seta dómarar. Í 1989 fór hann í kvøldskúla í Runavík at læra at mála hjá Jóannesi S. Hansen, og tað festi rættuliga í. Øssur slepti dømingini. Pensilin og løriftið fóru við stórum parti av frítíðini. Í 2000 gjørdi hann av at siga starvið í handilsvinnuni frá sær og at brúka alla sína tíð at mála í, og tað hevur hann burturav fingist við seinastu ellivu árini.
Fyrsta ferðin, Øssur luttók í framsýning, var á Ólavsøku í 1991, og trý ár seinni var hann fyrstu ferð við á sensoreraðari framsýning í Keypmannahavn.
Tey fyrstu árini vóru motivini úr heimbygdini – hús og fólk og ikki minst Leirvíksfjall. Íblásturin er framvegis úr Fuglafirði, men so við og við er hetta meiri vorðið ein lopfjøl í menningini inn í spæl við ljósi og litum, sum verða fangað í einum nú ella í glottum. Glottin er heitið á bókini við verkum hjá Øssuri Mohr, sum Listasavn Føroya gav út í 2004, og sum Frits Johannesen og Alexander Kristiansen hava ríkað við teksti.
Øssur málar heima við hús í Fuglafirði. Hann er arbeiðssamur og miðvísur og gongur ikki og bíðar eftir íblástrinum. Tá ið hann fyri sjey árum síðani einsamallur sýndi fram í høvuðsstaðnum vóru atfinningarnar nógvar frá elituni, og tað kundi kanska hugsast, at tað kendist lítið hugaligt hjá framsýnaranum, men hetta hevur ikki órógvað Øssur.
Hvørja ferð framsýning letur upp, so havi eg kensluna av at vera til próvtøku, segði Øssur Mohr í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani. Týdningarmiklastu próvdómararnir eru tey, sum møta upp og eru áhugað í at skoða og ogna sær listarverkini. Tey hava verið mong, bæði heima á landi, og tá ið Øssur hevur sýnt fram uttanlands. Umframt í Danmark, har hann ofta hevur sýnt fram í Keypmannahavn, á Sjællandi, Fyn og í Jyllandi, so hevur Øssur havt framsýningar í Fraklandi, Hollandi, Týsklandi, Polen, Íslandi, Noregi og Eysturríki. Millum prýðisuppgávurnar, sum Øssur hevur staðið fyri, eru A. P. Møller í Keypmannahavn, Sygesikringen Danmark, Reyni Service og Tryggingarfelagið Føroyar.
50 ára føðingardagin fer Øssur Mohr aftur til próvtøku skilt á tann hátt, at hann í morgin letur upp framsýning í Ribarhúsi. Klokkan 17 verður opið hús á Muntra, og klokkan 20 verður fernisering. Tá fara Elisabeth D. Eldevig og Helgi Fossádal at siga nøkur orð, og tónleikinum fara Andrea Heindriksdóttir og Jógvan Zachariasen at syrgja fyri.
Øssur Mohr er giftur Ingvør, sum er ættað úr Syðrugøtu. Børnini eru Jákup, Pauli og Poula, sum øll hava gjørt um seg í fremstu røð í føroyskari svimjing.
-----------
J