Fríggjadagin letur upp framsýning í Leikalund í Klaksvík við nøkrum av nýggjastu málningunum hjá listamanninum Øssuri Mohr
Myndevnið er í høvuðsheitum tað, sum Øssur Mohr er so kendur fyri - nevniliga sermerkta ljósspælið í náttúruni kring Fuglafjørð. Samstundis sum listamaðurin er trúfastur móti sínum myndevni, sæst ein støðug listarlig menning í myndunum, sum seinnu árini eru vorðnar alt meir abstraktar. Framsýningin í Leikalund letur upp fríggjadagin 5. desember klokkan 16. Fernisering er frá 16 til 18. Framsýningin hongur uppi allan desember mánað